Hvussu skapa vit 1000 nýggj arbeiðspláss í Føroyum?

 

Endamálið við kjakinum er at varpa ljós á spurningin, hvussu vit kunnu skapa enn fleiri arbeiðspláss í Føroyum fyri at varðveita tað vælferðarsamfelag, sum vit í dag hava. Ætlanin er at skapa kjak um henda spurningin í vinnuni, politisku skipanini og í samfelagnum annars.

 

Luttakarar í kjakinum verða Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Katrin Petersen, verkætlanarleiðari fyri Vakstrarætlanina Sandoy og Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn. Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt fara at stýra kjakinum.

 

 

 

 

 

Niðanfyri sæst kjakið frá Vinnudegnum 2014.