Kristin Skogen Lund hevur sitið í stjórasessinum í norska arbeiðsgevarafelagnum Næringslivets Hovedorganisasjon (NHO) síðani 2012. Kristin hevur drúgvar royndir frá norska vinnulívinum, og hevur tey seinastu 20 árini sitið í leiðsluni fyri fyritøkur sum Coca-Cola Norge og Telenor. Á Vinnudegnum fer Kristin at tosa um tær avbjóðingar sum norskar fyritøkur, vinnan og almenni sektoruin virkar undir. Hon hevur áður tosa alment um, at tørvur verður at gera umskipanir og tillaðingar í Noregi, tí at treytirnar fyri eitt nú oljuvinnuni broytast. Eisini fer Kristin at tosa um, hvat vit í Føroyum kunnu læra av Noregi, og hvørjar framtíðar tillagingar mugu til innan oljuvinnuna.