Ymisk evni verða á Vinnudegnum 2016 viðgjørd og lýst við fyrilestrum frá bæði føroyingum og útlendingum. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og samveru. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi, umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.
Maria Strømme, er altjóða viðurkendur professari í nanotøkni, og hon fer at halda fyrilestur um, hvussu nanotøkni í dag fremur týðandi samfelagsbroytingar – bæði í vinnuligum og privatum høpi. Maria Strømme hevur drúgvar royndir innan granskingarheimin, og hon hevur eisini granskingarroyndir innan vinnuligt virksemi. Saman við sínum granskaratoymi hevur Maria til dømis framleitt eitt algubattarí, sum er umhvørvisvinarligt, metalfrítt og slógbrótandi. Nanotøkni skapar møguleik fyri burðardyggari vinnu, heilsugeira og samfelag í síni heild, sigur Maria Strømme.
Michael Lemner, er stjóri í TimTam Consulting, og hann fer at greiða frá, hvussu fyritøkur gangnýta talgilding, og hvussu fyritøkur fyrireika seg til krøv og keypimynstur frá framtíðar kundanum. Michael Lemner hevur í nógv ár arbeitt fyri fleiri altjóða fyritøkur, m.a. H&M, og hann fer á Vinnudegnum eisini at tosa um, hvussu fyritøkur fáa atgongd til tann altjóða marknaðin.
Triði fyrilesturin verður við Pætur Smith Clementsen, tekniskum stjóra í Fótbóltsambandi Føroya. Pætur hevur ábyrgd av ítróttarliga partinum í Fótbóltsambandi Føroya og arbeiðir í dagligum samstarvi og samskifti við fleiri áhugabólkar. Á Vinnudegnum fer Pætur at halda fyrilestur um, hvussu til ber at fremja broyting og menning í sínum virksemi. Harumframt fer hann eisini at greiða frá, hvat motiverar fólk og týdninginum av virkismentan, tá arbeitt verður við at broyta mannagongdir og flyta mørk.
Høgna Djurhuus kenna vit sum bersøgnan tíðindamann. Hann fer at hugleiða um føroyskt vinnulív, virki og leiklut. Høgni er kendur fyri sín hvassa penn og fyri sínar rámandi orðingar, og hann varpar ljós á føroyskt vinnulív frá tí skeiva og skemtiliga vinklinum.
Vælkomin til Vinnudagin 2016
Skrá til Vinnudagin 2016 sæst her