Maria Strømme gjørdist professari í nanotøkni einans 34 ára gomul, og hon hevur givið fleiri enn 250 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum. Harumframt eigur hon omanfyri 30 patentir. Saman við sínum granskaratoymi arbeiðir Maria Strømme við at menna nýggja tøkni, sum kann broyta okkara gerandisdag - bæði innan vinnuligt virksemi, heilsuverkið og samfelagið í síni heild.
Á Vinnudegnum fer Maria Strømme at greiða frá, hvat nanotøkni er, og hvørjar avbjóðingar nanotøkni kann loysa. Endamálið er at geva innlit í, hvussu lív okkara og samfelagið er við at broytast orsaka av teimum møguleikum, sum nanotøkni veitir.
Maria Strømme er kend fyri slóðbrótandi gransking. Eitt nú fyri at framleiða evnið Upsalite®, sum í 100 ár var mett ógjørligt av tí akademiska heiminum, og eisini fyri at framleiða umhvørvisvinarligt algubattarí. Hon hevur stovnað fyritøkuna Disruptive Materials AB, sum hevur verið á Top 33 listanum av svenskum hightech fyritøkum í 2014 og 2015. Disruptive Materials AB vann Venture Cup Sweden og Nordic Clean Tech Open í 2014.
So leingi menniskja hevur livað, hava vit brúkt tilfar, sum náttúran hevur givið okkum. Men við nýggjari tøkni kann okkara ættarlið leggja nýggjar eginleikar afturat náttúrligum tilfari og soleiðis skapa nýtt tilfar. Nanotøkni er ein hjálp, eitt amboð, sum kann hava við sær, at mannakroppurin byggur upp brósk og lekjur krabbamein, men harumframt kann nanotøkni eisini menna burðardygga orku og orkugoymslu, sigur Maria Strømme.
Maria Strømme varð í 2016 vald sum ársins kvinna í Svøríki og fekk í 2012 kongaliga “Engineering Science” (IVA) gullmerki fyri avgerandi og gagnliga gransking og fyri víðfevnda íverksetan innan alisfrøði og læknavísund.