Michael Lemner fer at tosa um, hvussu handilsfyritøkur og smásølur kunnu vinna marknað í framtíðar talgilda samfelagnum. Talgilding merkir broytingar fyri brúkara, veitara og fyri samfelagið, og Michael Lemner greiður millum annað frá, hvussu talgilding ávirkar keypimynstur og krøv, sum verða sett teimum, sum selja eina vøru. Hvussu kunnu fyritøkur tillaga ynski frá kundanum og sambinda handil við internet, og hvat kunnu vit í dag vita um framtíðar altjóða sølu? Hetta eru spurningar, sum Michael Lemner fer at viðgera í sínum fyrilestri á Vinnudegnum.
Michael Lemner hevur yvir 30 ára royndir innan altjóða handil. Hann hevur arbeitt í Svøríki, Sveis, Belgia, Fraklandi og Hong Kong, har hann hevur starvast fyri og ráðgivið fleiri altjóða fyritøkum – teirra millum H&M, Bally og Pimkie. Michael Lemner var stjóri í H&M í Fraklandi og var við til at fyrireika, innføra og menna fyritøkuna og vørumerkið í Fraklandi. Hann setti á stovn teir fyrstu 25 H&M handlarnar í Fraklandi.