Pætur Smith Clementsen er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya. Hetta merkir, at hann hevur høvuðsábyrgd av ítróttarliga partinum hjá feløgunum í Føroyum, sum fevnir um venjaraútbúgvingar, U-landsliðið og menning av øllum føroyskum fótbóltsleikarum. Pætur Smith Clementsen fer á Vinnudegnum at tosa um, hvussu man arbeiðir við at skapa eitt umhvørvið, sum stimbrar undir menning, læring og góð úrslit í einum stovnið við nógvum ymiskum málbólkum. Í sínum fyrilestri fer Pætur eisini at tosa um umhvørvi og mentan, sum týdningarmikil amboð fyri at náa mál og broyta hugburð.