Veitslan á Vinnudegnum

 

 

Tey, sum hava verið við á Vinnudegnum fyrr, vita, at veitslan er ein týdningarmikil partur av degnum. Í ár verður veitlsan tó broytt nakað bæði í mun til innihald og í mun til stað. Vit fara at hittast á Østrøm og hugna okkum afturvið góðum mati og undirhaldi. Og ikki minst fara vit at dansa til tónarnar frá unga, tó longu so kenda og vælumtókta orkestrinum, Punjab.

 

Tað er her, tað ber til at hitta sínar samstarvsfelagar á ein óformligan hátt.