Kappingarføri Føroya – klára vit at kappast?

 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt frágreiðing, ið lýsir yvirskipaða føroyska kappingarføri. Talan er um eina samanberandi greining, ið er gjørd eftir leistinum sum World Economic Forum brúkar til árligu “Global Competitiveness Report”. Vinnumálaráðið gjørdi somu frágreiðing í 2009, og tí ber til at samanbera úrslitini í 2009 við úrslitini í 2017.

 

Úrslitini av frágreiðingini verða kunngjørd á Vinnudegnum, og eisini fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja fram tilmæli um, hvørji átøk kunnu styrkja um føroyska kappingarførið. Anna Eystberg Hofgaard, sum hevur lisið altjóða vinnulívsbúskap, hevur gjørt frágreiðingina og leggur úrslitið fram. Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, greiðir síðan frá sjónarmiðum og tilmælum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt við støði í úrslitunum av frágreiðingini.