Digitalisering endrer forretningslivets spilleregler – er vi forberedt på å ta mulighetene?

 

 

 

Walter Qvam hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Noregi. Sum samtaksstjóri í KONGSBERG hevur Walter staðið á odda fyri at menna og framleiða vørur og tænastur til eitt nú maritimu vinnuna. Í 2016 fór Walter frá sum samtaksstjóri í KONGSBERG, og í dag er hann m.a. nevndarformaður í óhefta granskingarstovninum SINTEF, DIGITALNORWAY og PGS.

 

Á Vinnudegnum fer Walter at tosa um tær avbjóðingar og møguleikar, sum fyritøkur møta í sambandi við, at tøkni gerst ein størri partur av gerandisdegnum. Hann fer somuleiðis at greiða frá, hvussu vinnuligt samstarv kann stimbra nýhugsan – serliga tá talan er um smærri og miðalstórar fyritøkur. Í Noregi er felagsskapurin DIGITALNORWAY settur á stovn, hvørs endamál er at hjálpa og seta í verk tøkniliga menning í fyritøkum. DIGITALNORWAY er eitt samstarv millum vinnuna og myndugleikarnir, og Walter fer at greiða frá teimum royndum og fyrimunum, slíkt samstarv hevur havt fyri norska vinnulívið.