“Eitt lúsa Ruskílat" - frá hype til handilsmenning

 

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist kend í Føroyum í 2012, tá hon og ein lestrarfelagið uppfunnu DropBucket. Skjótt varð greitt, at DropBucket var ein vøra, sum varð eftirspurd, og tær vunnu fleiri písir innan íverksetan og sniðgeving.

Á Vinnudegnum fer Heiða at tosa um vørumenning og innovatión, og hvørja ávirkan tað hevði á teirra fyritøku at vinna RedDot Design Award, sum er heimsins fínasti heiður fyri sniðgeving. Somuleiðis snýr fyrilesturin seg um týdningin av at verja egið snið og um teirra umfatandi rættarmál ímóti handilsketuni Bones. Um handilsmenning, at økja virksemið í einari lítlari fyritøku og at víðka virksemi til onnur lond.