Veitslan á Vinnudegnum

 

Veitslan hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Í ár verður veitslan hildin í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Hetta verður fyrsta veitsla av sínum slag í prýðiligu hølunum í Sjóvinnuhúsinum. Har verður fjølbroyttur matur, góður tónleikur og skemtiligt undirhald. Til dansin eftir veitsluna spælir navnframa og orkumikla orkestrið Punjab.