Fyrsti Vinnudagurin var hildin 7. apríl 2000. Vinnudagurin 2019 er tí hin 20’indi í røðini, og á degnum verður litið aftur í tíðina, Vinnudagurin hevur verið ein fastur og afturvendandi partur í kalendarinum hjá føroyska vinnulívinum.
Endamálið við fyrsta Vinnudegnum var at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar, og hetta er framhaldandi endamálið við Vinnudegnum.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarnu 19 árini verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Veitslan í ár verður hildin á Hotel Føroyum.
Fyrilestrarnir í ár verða tríggir í tali, og harafturat fara vit at hoyra umboð fyri tríggjar fyritøkur, sum hava verið heiðraðar sum vinnarar á fyrr hildnum Vinnudøgum.
Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Sir Bob Geldof, heimskendur tónleikari, forsprákari og íverkseti. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum “Making a Difference” m.a. at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar “ethical accountability”, og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum.
Dr. Cleopatra Doumbia-Henry, forkvinna fyri World Maritime University, fer at tosa um framtíðar arbeiðsmarknaðin á sjónum, menning, javnstøðu og nýggjar møguleikar.
Peter Lund Madsen, heilagranskari og rithøvundur, fer at hava framløgu um nútíðar menniskja, um arbeiðsplássið og um arbeiðsgleði, motivatión og strongd.
Undir yvirskipaða heitinum “Tankar og hugspor um Ársins Virki og Ársins Átak” fara Eivind av Reyni, Mouritz Mohr og Mortan í Hamrabyrgi sum vinnarar av ávikavist Ársins Virki og Ársins Átaki at hyggja aftur á heiðurin, og hvønn týdning hann hevur.
Í Klingruni í Norðurlandahúsinum verður ein framsýning av keipumyndum frá undanfarnum vinnarum av Ársins Virki og Ársins Átaki. Tað er Hannis Egholm, sum teknar, og hann fer eisini á sjálvum Vinnudegnum at tekna live keiputekningar av luttakarunum. Hesar verða sýndar fram so hvørt.
Skrá fyri Vinnudagin 2019 sæst her
Vælkomin til Vinnudagin 2019