Framsýning av keipumyndum

 

Um tú altíð hevur droymt um at koma á eina keiputekning, so kundi tað meira enn so hent seg á Vinnudegnum 2019.

 

Hannis Egholm fer á Vinnudegnum at tekna keipumyndir “live” av luttakarunum. Keipumyndirnar verða hongdar upp so hvørt til luttakararnar at njóta. Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at slík framsýning av “live” keiputekningum verður gjørd.  

 

Afturat hesum hevur Hannis gjørt keipumyndir av undanfarnum vinnarum av Ársins Virki og Ársins Átaki, og verða hesar sýndar fram í Klingruni, meðan Vinnudagurin er. So hvørt Ársins Virki 2019 og Vinnuátakið 2019 verða vald, koma hesi eisini upp at hanga.