Tað hevur seinastu tíðina verið stórt fokus á gongustjørnu okkara, og hvussu vit best varðveita hana til komandi ættarlið, samstundis sum okkara framgongd og vælferð verður varðveitt. Eisini vinnulívið er farið at leggja seg eftir at loysa teirra avbjóðingar á burðardyggan hátt.
Tað kann tó ofta tykjast trupult at síggja, hvønn mun okkara einstøku átøk gera í mun til alheims avbjóðingar. Tað er hetta, heimskendi íbirtarin Sir Bob Geldof fer at tosa um á Vinnudegnum. Umframt at vera tónleikari og íverkseti er hann eisini væl kendur fyri at vera forsprákari og fyri Live Aid og Band Aid koncertirnar, hansara kreativitet, orku og hansara sannføring um at gera heimin til eitt betri stað. Á Vinnudegnum fer hann at tosa um m.a. heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar “ethical accountability”, og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum.