Ari Eldjárn er ein íslendskur stand-up skemtari. Hann er millum teir fyrstu stand-up skemtararnar í Íslandi, og hann hevur staðið seg somikið væl, at ein av hansara framførslum – Pardon my Icelandic - nú er at finna á Netflix.
Ari fór undir at framføra stand-up í 2009. Hann hevur skrivað fyri fleiri íslendskar sjónvarpssendingar millum annað Mið-Ísland og Hverdagsreglur, og hann hevur eisini verið at síggja í sendingini Mock the Week á bretska BBC. Í 2020 fekk hann íslendsku heiðurslønina fyri bjartskygni frá íslendska forsetanum Guðni Th. Jóhannesson. Áður hava millum onnur tónleikakvinnan Björk og rithøvundurin Einar Már Guðmundsson fingið henda heiður.
Vónandi fær Ari Eldjárn smílini fram eftir eitt stríggið ár við avmarkingum og stúranum.