Hvussu brynja vit okkum til talgilda samfelagið?

 

Martin Tvede Zachariasen er uppvaksin í Føroyum. Eftir lestur á Fróðskaparsetrinum fór hann til Keypmannahavnar at lesa víðari. Hann er PhD og doktari í teldufrøði frá universitetinum í Keypmannahavn. Seinastu mongu árini hevur Martin havt leiðandi størv í universitetsheiminum, m.a. hevur hann verið dekanur á náttúruvísindadeildini á Syddansk Universitet og deildarleiðari á deildini fyri teldufrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Í januar 2019 gjørdist hann rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Talgild útbúgving av tí komandi ættarliðnum er eitt hjartamál, eins væl og orðaskifti um avleiðingarnar av at brúka talgilda tøkni í samfelagnum.

 

Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum hevur samrøðu við Martin Tvede Zachariasen á Vinnudegnum.