Veitslan á Vinnudegnum

Veitslan hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Í ár kanska meira enn nakrantíð. Eftir eina torføra tíð við avmarkingum og stúranum er tørvur á at halda sær at gaman, vera saman, fáa góð prát við gamlar kenningar og hitta nýggj fólk.

 

Í ár verður veitslan hildin í hugnaliga umhvørvinum við Rættará í Müllers Pakkhúsi, Skeiva Pakkkhúsi og umborð á Westward Ho.