Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.
Endamálið við at velja Ársins Virki og Vinnuátakið er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.
Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.
Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men í sambandi við næstseinasta Vinnudag ynskti Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Í 2021 fingu P/f Formula og Thetis heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og Ársins Átak.
Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:
Heini Thomsen, Bank Nordik
Jean Djurhuus, Betri Banki
Chik Collins, Fróðskaparsetur Føroya
Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Niels Winther, Vinnuhúsið
Fróði Magnussen, P/f Formula (Ársins Virki 2021)
Ársins Virki | Vinnuátakið | |
2000 | Havsbrún | ikki valt |
2001 | Tórshavnar Skipasmiðja | North Atlantic Fish Fair |
2002 | Vónin | Teitur Lassen |
2003 | Vaðhorn | Formula.fo, Total View |
2004 | Reyni Service | Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord |
2005 | Faroe Marine Products | Fariga Seafood |
2006 | Thor | Vinnuvitan |
2007 | Eik Banki | ikki valt |
2008 | ArtiCon | Decision3 |
2009 | Bakkafrost | Tórshavnar Matfestivalur |
2010 | Tavan | Vilt í Suðuroy |
2011 | Vónin | Jákup Zachariassen |
2012 | Luna | Varðin Pelagic |
2013 | Vest Pack | KOKS |
2014 | Skansi Offshore | MEST & PAM OFFSHORE SERVICE |
2015 | Bakkafrost | Defined Energy |
2016 | KJ Hydraulik | Sheep View |
2017 | Smyril Line | hiking.fo |
2018 | Articon | FabLab |
2019 | Poul Michelsen P/F | FÖRKA |
2020 | Ikki valt | Ikki valt |
2021 | Formula | Thetis |
Vinnarin av Ársins Virki 2021
Vinnarin av Vinnuátakinum 2021