Frá Vakstrarforum til veruleika

Kjakið á Vinnudegnum í ár tekur støði í tilmælum úr Vakstrarforum, sum Løgmaður setti í verk fyri hálvum øðrum ári síðani. Arbeiðið í Vakstrarforum kom á  mál og varð lagt fram í juni í ár.

 

Í samband við Vakstrarforum vóru arbeiðsbólkar settir at viðgera burðadyggar vakstrarmøguleikar á seks ymiskum økjum. Úrslitið av hesum vóru 164 ítøkilig tilmæli til politisku skipanina at seta í verk.

 

Spurningurin, ið eftir stendur, er, hvat ger politiska skipanin so við tað?

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer á Vinnudegnum at taka fepurin í politisku flokkunum fyri breiðum semjum, tá ið tað snýr seg um at fremja og arbeiða fyri at seta í verk tilmæli úr Vakstrarforum.

 

Tað verða umboð úr politisku flokkunum, sum luttaka í kjakinum. Orðstýrari verður Brynhild Thomsen.