Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í mong ár eftirlýst ein dagførdan vinnupolitikk frá politiska myndugleikanum.
Endamálið við vinnusjónarmiðunum er vísa politisku skipanini á tilmælir til skattapolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, fíggjarpolitikk, orkupolitikk, umhvørvispolitikk, útbúgvingarpolitikk o.s.fr., soleiðis at yvirskipaðu vinnupolitisku málini verða rokkin við størst møguligum smidleika.
Í tilmælunum verða harumframt tikin atlit at serligum viðurskiftum, ið eyðkenna føroyska samfelagsbúskapin. Tilmælini taka tí støði í tí veruleika vit liva í, men tey eiga samstundis at vera haldfør fleiri ár frameftir, líka mikið, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.
Nýggju vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verða almannakunngjørd á Vinnudegnum.