Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður fríggjadagin 30. september.
Limir, sum melda til áðrenn 6. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Týsdagin 6. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2022
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. september 2022.