Vit uppliva stórar broytingar í skiftinum til eitt meira talgilt samfelag, atlitið til burðardygd fær størri og størri rúmd og politisk liva vit í eini óstøðugari verð. Ole Jacob Sunde fer røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut og ta ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.
Gjøgnum alla yrkisleið sína hevur Ole Jacob Sunde verið íverkseti. Hann er høvuðspartaeigari og nevndarlimur í Formue AS, sum er eitt leiðandi skandinaviskt virki, ið fæst við ognarrøkt. Ole Jacob Sunde stovnaði Formue AS í 2000. Ole Jacob ger eisini íløgur í íverksetarafyritøkur og arbeiðir við átøkum, sum hava samband við heimsmálini fyri burðadyggari menning.
Ole Jacob Sunde hevur verið knýttur at Schibsted Media Group ASA tey seinastu 30 árini. Hann kom í nevndina í 2000 og var formaður frá 2002 – 2022. Hann er í dag formaður í:
- Tinius Trust, sum er høvuðseigari av Schibsted
- Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer
- í fleiri íverksetarafyritøkum
Harafturat er hann partur av The Board of Visitors á Columbia University, School of Journalism. Hann hevur tikið sína útbúgving í Fraklandi, Schweiss og USA á Northwestern University.