Why tech and innovation matters more than ever and how individuals and business should adapt to and benefit from it

 

Seinastu árini hevur tøknulig menning staðið á dagsskránni, og vit hava sæð munandi framstig innan kunningartøkni - bæði í sambandi við hardware og software.

Tøknilig menning hevur stóra ávirkan á fólk kring allan heim, og menningin fer tvørtur um landamørk, soleiðis at fólk í USA, Japan, Føroyum ella Brasil verða knýtt saman og kunnu samskifta og samstarva á nýggjan hátt.

 

Á Vinnudegnum fer Julio Zaguini at tosa um, hvat framtíðina hevur at bjóða innan tøknina, og hvussu vit kunnu fyrireika okkum sum einstaklingar og fyritøka, so vit fáa sum mest burturúr hesi menning. Artificial Intelligens (AI) og framkomin marknaðarføringsamboð verða nøkur av høvuðspunktunum í fyrilestrinum.

 

Julio Zaguini hevur 35 ára royndir, har hann sum stjóri, ráðgevi og íleggjari hevur arbeitt við tøkni, marknaðarføring og menning sum heild.