Ársins Virki og Vinnuátakið

 

 

Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.

 

Endamálið við at velja Ársins Virki og Vinnuátakið er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.

 

Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.

 

Vinnuátakið hevur higartil itið Ársins Átak, men Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir nú at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

 

Í 2018 fingu Articon og FabLab heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og  Ársins Átak.

 

Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:

Árni Ellefsen, Bank Nordik

Jean Djurhuus, Betri

Sigurð í Jákupsstovu, Fróðskaparsetur Føroya

Herálvur Joensen, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Marita Rasmussen, Vinnuhúsið

Jón Sigurdsson, Articon (Ársins Virki 2018)

 

 

 

  Ársins Virki Ársins Átak
2000     Havsbrún ikki valt
2001 Tórshavnar Skipasmiðja North Atlantic Fish Fair
2002 Vónin Teitur Lassen
2003 Vaðhorn Formula.fo, Total View
2004 Reyni Service Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord
2005 Faroe Marine Products Fariga Seafood
2006 Thor Vinnuvitan
2007 Eik Banki ikki valt
2008 ArtiCon Decision3
2009 Bakkafrost Tórshavnar Matfestivalur
2010 Tavan Vilt í Suðuroy
2011 Vónin Jákup Zachariassen
2012 Luna Varðin Pelagic
2013 Vest Pack KOKS
2014 Skansi Offshore MEST & PAM OFFSHORE SERVICE
2015 Bakkafrost Defined Energy
2016 KJ Hydraulik Sheep View
2017 Smyril Line hiking.fo
2018 Articon FabLab

 

 

Vinnarin av Ársins Virki 2018

 

 

Vinnarin av Ársins Átak 2018