Limir kunnu nú melda til Vinnudagin 2019

 

Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður fríggjadagin 27. september. Limir, sum melda til áðrenn 3. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

 

Mánadagin 3. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2019.

 

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 25. september 2019.

 

Skrá til Vinnudagin 2019

 

Kostnaður

Kostnaðurin fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum við veitslu er kr. 4.200 og fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum kr. 3.000.

 

Limaavsláttur

Inntil 3. september er avslátturin fyri limir 30%, so kostnaðurin sostatt er ávíkavist kr. 2.940 við veitslu og kr. 2.100 uttan.

 

Eftir 3. september verður avslátturin til limirnar 20%, so kostnaðurin er ávíkavist kr. 3.360 við veitslu og kr. 2.400 uttan.

 

Tilmeldingarfreistin er 25. september 2019.