Tilmelding til Vinnudagin 2019

 

Vinarliga fyllið út allar teigar í tilmeldingarskjalinum niðanfyri. Legg til merkis, at bara eitt navn skal til hvørja tilmelding.

 

Tilmeldingin er bindandi. Rokning verður send við teldubrævi.

 

Verður meldað frá seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, verða bert 50% av kostnaðinum endurgoldin. Tá tilmeldingarfreistin hin 25. september 2019 er farin, verður einki endurgoldið.

 

Til ber tó altíð at broyta navn á tilmeldingini uttan eyka kostnað.

 

Endurgoldið verður ikki fyri broytingar í fráboðaðu skránni.

 

Skrá til Vinnudagin 2019

 

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

 

Kostnaður

Kostnaðurin fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum við veitslu er kr. 4.200 og fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum kr. 3.000.

 

Limaavsláttur

Inntil 3. september er avslátturin fyri limir 30%, so kostnaðurin sostatt er ávíkavist kr. 2.940 við veitslu og kr. 2.100 uttan.

 

Eftir 3. september verður avslátturin til limirnar 20%, so kostnaðurin er ávíkavist kr. 3.360 við veitslu og kr. 2.400 uttan.

 

Tilmeldingarfreistin er 25. september 2019.