Ætlar tú at fara undir virksemi, sum ikki verður stovnað sum sp/f ella p/f, kann hetta gerast við at reka virksemið sum eitt firma.
Hvat krevst?
Vit ráða til fylgjandi:
1. Lat teg MVG-skáseta
2. Ger tær eina arbeiðsætlan
3. Tosa við ein peningastovn um eina arbeiðskonto
4. Ger tær greitt, hvat Taks leggur í vinnu
5. Set teg inní, hvussu tú (sjálvur) klárar einfaldar uppgávur, t.d. útfaktorering og at skriva rokningar
6. Fá ein roknskaparkønan ella revisor at hjálpa tær. Í fyrstani kanska eitt sindur meir fyri beinanvegin at koma inn á rætta kós. Seinni kanska eitt sindur minni (rokna við uml. 1.500 kr. pr. ársfjórðing)
7. Útfyll eitt oyðublað til fyribilsskattaskránna (B-skattagjaldari)
8. Ger tær greitt, hvat tú gert, um tað gongur væl (heldur áfram, stovnar sp/f e.a.), ella um tað gongur minni væl (niðurleggur firmaið t.d, og hvat hetta merkir)
9. Hav familjuna við frá byrjan av. Um hjúnafelagin t.d. ikki heldur tað vera nakað gott hugskot við egnum virki, so manglar tær ein avgerandi stuðul.
Vinnuframastovan kann vísa til fleiri ráðgevar.
Ad. 1
MVG-skrásetingin fer fram hjá Taks.
Tú skalt útfylla ”Skrásetingarskjal til vinnuskránna”. Skjalið skal sendast Taks í viðkomandi øki í seinasta lagi 8 dagar, áðrenn farið verður undir virksemi. Sama er galdandi, um broytingar skulu gerast ella haldast skal uppat.
Frá Taks fært tú eitt vinnutal, V-tal, sum tú skalt brúka í nærum øllum viðskiftum (t.d. til lønir, skatt, toll o.a.)
Ad.2
Vit mæla til, at tú gert tær eina arbeiðsætlan.
Somuleiðis mæla vit til, at tú gert eina sokallaða swot-analysu (strenght/styrki, weaknesses/veikleikar, oportunities/møguleikar, treats/hóttanir) av ætlanini hjá tær. Bít eitt pappír upp í fýra økir og skriva alt, tú veitst í tey fýra feltini, merkt ávikavist s, w, o og t.
Harafturat kann tað vera ein hjálp at gera eitt yvirlit á eitt pappír við tveimum kolonnum, ávikavist ”eg” og ”kappingarneytar mínir,” og skriva alt, tú kanst koma í tankar um.
Alt hetta hevur til endamáls at fyrireika teg so væl, sum møguligt.
Tú skal royna at gera so nógv sum møguligt fyri at fáa eina virkisætlan upp at standa. Ein slík umfatar m.a.:
- Upplýsingar um teg sjálvan
- Upplýsingar um ta fyritøku, ið ætlanin er fyri
- Hugskotið til fyritøkuna
- Mál fyri fyritøkuna
- Vørur/tænastur
- Vónir um fyritøkuna
- Kappingarneytar
- Kundar
- Sølukanalir
- Marknaðarføring
- Onganisatión
- Íløguætlan
Vilt tú hava onnur at taka undir við tínari ætlan (t.d. at fáa peningastovn at veita lán), ræður um, at omanfyrinevnda verður væl úr hondum greitt.
Ad. 3.
Rátt verður til at gera eina fyribils rakstrarætlan fyri 2-3 ár. Sí pkt. 3
Ver væl fyrireikað/ur, tá tú fert at tosa við peningastovnin.
Betri fyrireikað/ur, tú ert, og størri eginpening, tú hevur, lættari er.
Ad. 4.
Í Vegleiðingarskrivi I frá Líkningarráð Føroya 1996 (einki nýggjari) verður greitt frá á síðu 120:
”Tað er einki fast mark milllum vinnu og ítriv, og tað er tí neyðugt at viðgera tílíkt mál ítøkiligt í hvørjum einstøkum føri, og her kunnu nøkur eyðkenni nevnast, t.d.:
-
um høvuðsendamálið er at fáa peningarligan vinning og framleiðslugøgn eru keypt við tí fyri eyga
- um útlit eru til, at virkið innan ávísa tíð fer at geva avlop í mun till íløgurnar (rentabilitet). Tað er harafturímóti ikki avgerandi um avlop er beinanvegin
- um hallið bert er t.d. byjunartrupulleikar ella um virkið framhaldandi byggir á, at skattgjaldarin hevur aðra støðuga inntøku, ið ber honum uppi
- um kanningar eru gjørdar áðrenn byrjan viðvíkjandi møguleikunum fyri at vinnan ber seg (fíggjarætlan), um virksemið fer fram regluliga, og verður tað rikið – samanborið við onnur virki av sama slag – á ein vanligan hátt,
- um skattagjaldarin lúkar fakligar fortreytir til at reka slíka vinnu,
-
um tað eru onnur enn vinnulig endamál við virkinum
um – ella í hvønn mun – skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk, um virkið er av ávísari stødd ella hevur verið rikið ávísa tíð, - um virkið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur, ella um tað er beinleiðis tengt at tí persóni ella teirri ogn, tað higartil hevur verið á.
- tað er utttan týdning, um skattgjaldarin eisini hevur inntøku sum lønmóttakari
- um rakstrarhátturin er vanligur fyri virksemi av slíkum slag,
- um virksssemið livur upp til ta vinnuliga støði (rikið á einum tøkniligum og yrkisligum fullgóðum støði) sum galdandi fyri slíka vinnu (professiónalitetseyðkenni).
Einki av hesum nevndu fyritreytum er í sjálvum sær avgerandi fyri, um talan er um vinnu. Tað velst millum annað um hvat slag av fyritøku talan er um, men eitt nú sjónarmiðið um rentabilitet kann geva góða ábending á, um talan er um vinnu.
MVG-skrásetingin kann eisini vera vegleiðandi í slíkum málum.
Ad. 5.
Tað, at tú sjálvur dugir at skriva út rokningar og bóka innkeyp, toll og lønir o.a., kann gera, at tú hevur betri yvirlit í fyrstani.
Tú veitst t.d., hvussu nógv, ið stendur úti, hvat er á goymslu, hvørjar lønir skulu gjaldast, og hvat rakstrarkreditturin stendur á – tú kennir „høvuðstølini,“ og tú veitst, at tú kanst arbeiða, uttan at nakað óvæntað hendir. Fá so ein roknskaparkønan at hjálpa tær 3. hvønn mánað við finansbókingum og MVG’num.
Ver altíð ajour. Kom ikki afturút at bóka. Ger tað hvønn dag ella hvørt kvøld.
Vit ganga útfrá í dag, at fólk sum oftast hava egna teldu og kunnu klára eitt lítið bókhaldsforrit.
Ad. 6.
Fá ein roknskaparkønan ella revisor at hjálpa tær. Í fyrstani kanska eitt sindur meira fyri beinanvegin at koma inn á rætta kós.
Á henda hátt hevur tú yvirlitið yvir dagligu støðuna í høvuðsheitum, uttan tó í smálutum.
Seinni kanska eitt sindur minni (rokna við uml. 1.500 kr. pr. ársfjórðing)
Ad. 7.
Útfyll eitt oyðublað til fyribilsskattaskránna (B-skattagjaldari).
Ver so realistiskur sum gjørligt. Eru broytingar, kanst tú fylla nýtt oyðublað út og senda tað inn. Ttalan kann vera um restskatt ella avlopsskatt.
Ad. 8.
Ger tær greitt, hvat tú gert, um tað gongur væl, (heldur áfram, stovnar sp/f e.a.), ella um tað gongur minni væl, (niðurleggur firmaið t.d, og hvat hetta merkir) ella um tú veitst, at undirskot er fyrsta árið, og tú skalt halda áfram minst 1 ár afturat.
Ad. 9.
Hav familjuna við frá byrjan av. Um hjúnafelagin t.d. ikki heldur tað vera nakað gott hugskot við egnum virki, so manglar tær ein avgerandi stuðul.
Straksavskrivingarnar eru pr. 1. jan. 2001 hækkaðar til 20.000 kr.
Tryggingar mugu vera í lagi.