Virkisætlan (Business Plan)

Ein virkisætlan er eftir okkara meting eitt sera hent amboð at nýta hjá øllum fyritøkum - antin tað eru nýggjar ella gamlar, smáar ella stórar.

Ein virkisætlan er eitt skrivligt skjal, ið lýsir, hvat tú ætlar tær við fyritøkuni, og hvussu málini skulu røkkast. Við eini góðari virkisætlan er lættari at hava greiðu á støðuni í fyritøkuni og á marknaðinum – nú og í framtíðini.
Um tú skalt útvega fígging, er tað aloftast ein fyrimunur at gera eina business plan. Tað er ikki er vist, at hon nýtist at vera so nágreinilig sum ein business plan, ið er ætlað til innanhýsis nýtslu.
 
 
 
 
1. Samandráttur
Vit mæla til, at gjørdur verðu ein stuttur samandráttur, ið lýsir verkætlanina ella fyritøkuna, soleiðis at tað er lætt fáa innlit í, hvat virkisætlanin snýr seg um.
Samandrátturin verður skrivaður til seinast og tekur støði í niðanfyristandandi punktum.
 
2. Fakta um fyritøku og eigara/r
Fyritøkan:
- navn
- bústaður
- telefon, fax, e-mail, www
- V-tal
- stovningarár
- peningastovnur
 
Eigari/ar:
- navn
- bústaður
- telefon, fax, e-mail, www
- aldur
- útbúgving
- royndir
 
3. Hugskotið til fyritøkuna
Ein stutt og nágreinilig lýsing av fyritøkuni, vørum/tænastum, kundum, tørvum og tað serlig við tínari fyritøku, t.e., hvussu og hvønn tørv virksemið skal nøkta
Vit svara spurningum sum:
- hvat slag av virki er hetta?
- hvat skal virki framleiða/selja?
- hvørjir eru kundarnir?
- hvønn tørv vilt tú nøkta hjá teimum? (hugsa um kundan)
- hvat er serstakt við tínari ætlan/vøru/tænastu/fyritøku, (hví skulu kundarnir koma til tín og ikki til kappingarneytarnar)?
 
 
4. Søga hjá felagnum
Er talan um verandi fyritøku, kann tað vera eitt gott hugskot stutt at lýsa søguna hjá felagnum.
Er talan um nýggja fyritøku ella eina verkætlan, kann tað vera eitt gott hugskot at lýsa, hví tú fert undir virksemið.
Vit lýsa td.:
- nær er felagið byrja
- broytingar gjøgnum tíðina, t.d. kundabólkar, tøkni, vørur og tal av starvsfólkum
- búskaparliga gongdin, serstakliga søla og yvirskot
 
5. Mál fyri fyritøkuna
Málini eru grundarlag undir stýringini í felagnum. Tey skulu lýsa, hvat tú ella fyritøkan hava sett tykkum fyri komandi tíðina, t.d. innan 1 ár, innan 3 ár og innan 10 ár.
Málini eiga at vera realistisk og ítøkilig (kunna mátast).
Dømi um øki:
- søla
- skiftisíkast
- yvirskot
- kundar
- marknaðir
- marknaðarpartar
- vørumenning
 
Persónligar ressourcir og mál
Tað er aloftast viðkomandi at lýsa persónlig mál og ressourcir, tá talan er um eitt nýtt einstaklingavirki.
Tey viðurskifti, ið kunnu lýsast, eru t.d.:
- hví fari eg undir virksemið (kann eisini lýsast undir “Søga hjá felagnum”)
- faklig vitan (útbúgving og/ella royndir)
- vinnugreinavitan
- vitan um vøru/tænastu
- tíni evni at reka eitt virki (t.d. roknskaparroyndir)
- aðrar royndir, ið tú hevur (t.d. málkunnleiki,....)
- hvat verður tín funktión í felagnum
- hvar kanst tú leita tær eftir hjálp/spyrja (t.d. nevnd, starvsfólk, leiðsla, samstarvsfelagaðar ella ráðgevar av ymsum slagi)
 
6. Lýsing av marknaði
Tað er av alstórum týdningi – fyri fyritøkuna og fyri t.d. lánsveitarar – at gera sær greitt, hvussu støðan er á marknaðinum.
Støðan á marknaðinum lýsir møguleikarnar og hóttanirnar hjá fyritøkuni og er grundarlagið undir møguligum rakstrar- og fíggjarætlanum fyri felagið.
Tey viðurskifti, ið kunnu lýsast, eru t.d.:
 
1. Vinnugrein
Í summum førum kann vera ein fyrimunur stutt at lýsa vinnugreinina, t.d.:
- hvørji viðurskifti eru tað, sum ávirka vinnugreinina í løtuni?
- hvørji viðurskifti væntar tú fara at ávirka ella menna gongdina innan vinnugreinina í framtíðini?
 
2. Kappingarneytar
Tá hugsað verður um kappingarneytar, hevur tað sjálvsagt týdning at lýsa teir, ið hava størstan týdning fyri vørur/tænastur, tú ætlar at veita.
- hvørjir eru kappingarneytar?
- hvussu er kappingarstøðan?
- hvussu samanbera kundarnir vørurnar?
- hvørji viðurskifti hava týdning fyri at eydnast, t.d. prísur, góðska, veitingartryggleiki, umdømi?
- hvørjir kappingarneytar kunnu vera í framtíðini?
 
 
3. Marknaður
Tað er avgerandi at fáa innlit í støddina á marknaðinum og í, hvørjir kundabólkarnir eru. Tey viðurskifti, ið tú t.d. kanst lýsa, eru:
- hvussu stórur er marknaðurin á staðnum, í oynni, í landinum (við innfluttum vørum), á útflutningsmarknaðunum?
- hvørjar "kundatypur” eru á marknaðinum?
- hvussu sær framtíðarmarknaðurin út, t.d. marknaðarvøkstur, menning av nýggjum vørum og tøknilig menning?
  
7. Lýsing av fyritøkuni
1. Strategi
Strategiin lýsir, hvussu virkið ætlar at røkka teimum ætlaðu málunum. Eitt hent stað at byrja er at gera eina SWOT-greining, t.e. at seta upp: Strengths (styrkir), Weaknesses (veikleikar), Opportuneties (møguleikar) og Threaths (hóttanir). Sum liður í SWOT-greiningini verður núverandi strategi (hugskot og mál) eisini lýst.
Við støði í SWOT-greiningini kann síðan farast víðari til at meta um framtíðar menningina í felagnum.
Tey viðurskifti, ið t.d. kunnu lýsast, eru:
- hvørja støðu kunnu og ynskja vit at hava á marknaðinum?
- hvørjar vørur skulu mennast og avviklast?
- hvørjir marknaðir skulu mennast og avviklast?
- hvørja skiftisrøð (distributiónskanal) skulu vit nýta?
- hvørjar meginreglur skulu vit hava viðv. prísum, dygd og gjaldstreytum?
- skulu vit samstarva við onnur virki í útvegara- ella søluliðnum?
 
2. Vørur/tænastur
Tað, sum er endamálið her, er at lýsa tær vørur ella tænastur, ið tú ætlar tær at bjóða.
Tey viðurskifti, ið t.d. kunnu lýsast, eru t.d.:
- hvørjar vørur ella tænastur vil eg bjóða?
- tørv, ið vøra/tænasta nøktar (breitt/smalt)?
- keypstíttleiki og livitíð á vøruni/tænastuni?
- navn
- snið
- patent
- hvør er kundabólkurin, ið vit vilja venda okkum til (málbólkur)?
- hvørji eyðkenni hevur málbólkurin?
- hvussu er keypsatburðurin hjá málbólkinum?
- hvat er serligt við mínari vøru í mun til kappingarneytar?
- realistiskt tal av kundum í málbólkinum, ið felagið fær
- miðalnýtsla pr. kunda
- mín marknaðarpartur
- meting av mínum møguleikum á marknaðinum
- hvat kann hótta okkara møguleikar (SWOT)?
 
 
3. Prísur
Tá prísásetingin fer fram, eru nógv viðurskifti, ið skulu umhugsast.
Á hvønn hátt er skilabest at prísáseta? Skal prísásetingin taka støði í kostnaðum, marknaðinum (kundunum) ella kappingini?
Ella er tað ein samantvinning av hesum viðurskiftum, ið tú skal taka støði í?
Eru lógir ella reglur, ið ávirka prísásetingina?
At taka støðu til:
- er skiftisíkastið nøktandi?
- vinni eg nóg nógv til at dekka kostnaðir og til at hava ein vinning?
- hvussu kann eg rokna út, hvat vøran kostar?
 
4. Skiftisrøð (distributión)
Skiftisrøðin eru tey millumlið, vøran skal gjøgnum á leiðini frá tær til kundan. Ójavnt er, hvussu hesi viðurskifti eru skipað í teimum ymsu fyritøkunum og vinnugreinunum.
Hesi seinnu árini eru stórar broytingar farnar fram á hesum økinum, og serstakliga í sambandi við teir møguleikar og hóttanir, ið tøknin gevur. Tey viðurskifti, ið t.d. kunnu lýsast, eru:
- veitarir av rávørum og lidnum vørum – innanlands og uttanlands
- hvørjar sølukanalir nýta kappingarneytar?
- er møguleiki at nýta aðrar sølukanalir?
- skal eg nýta tær somu sølukanalirnar ella umhugsa aðrar?
- hvussu stóra avansu leggja sølukanalirnar afturat?
- hvørja tænastu veita tær ymsu sølukanalirnar?
- hvørjar avleiðingar hevur val av skiftisrøð fyri prísleguna og marknaðarføringina?
- gjøgnum hvørja sølukanal røkki eg best málbólkinum (keypsvanar o.t.)?
 
 
5. Søla og marknaðarførsla
Áðrenn farið verður undir at marknaðarføra vøruna, er neyðugt at gera tær greitt, hvat tað er, ið tú ynskir at marknaðarføra, og á hvønn hátt.
Vit kunnu skilja ímillum markanðarførslu í breiðum týdningi – t.e. sølufremjing - og sjálva søluna.
 
Marknaðarførsla
Hetta merkir, at tú umhugsar, hvørja støðu, vørurnar og fyritøkan skulu miða ímóti, og síðan ger eina skipaða ætlan fyri, hvussu marknaðarførslan skal fara fram.
Møguleikarnar at marknaðarføra tína vøru eru nærum óteljandi. Tað, sum um ræður, er at nýta hugflogið og at hugsa um, hvussu tú á besta hátt kemur í samband við tínar kundar.
Marknaðarførsla kann býtast sundur í nakrar høvuðsbólkar:
- sýsingar
- sales promotion
- PR
- persónliga sølu
- direct marketing
- on line marketing
 
Vit mæla til, at tú gert eina ætlan fyri marknaðarførsluna. Í hesi ætlan er neyðugt at taka støðu til, hvussu nógv tú væntar at nýta til sølufremjing, tá tú byrjar virksemið, og hvussu nógv tú væntar at nýta um árið.
Ein møguleiki at skipa ætlanina er at gera á henda hátt:
 
Hvat Hvussu Hvør Nær Kostnaður
Visittkort        
Brævpappír        
Internet        
Kundavitjanir        
Telefonsøla        
Direct Mail        
Faldarar        
Skelting        
Lýsingar        
Tilfar        
Søluframsýningar        
Skipan/nýtsla av netverki        
o.s.fr.        
 
 
Søluætlan
Vit mæla til, at tú gert eina ætlan fyri, hvussu stóra sølu tú væntar, t.d. fyrsta árið, býtt á vikur/mánaðir, og fyri eitt trý ára skeið. Søluætlanin er grundarlag undir møguligum rakstrarætlanum.
 
8. Fyriskipan
Endamálið við at lýsa fyriskipanina er at fáa eitt innlit í bygnaðarlig viðurskifti í fyritøkuni og í, hvussu gerandisdagurin í fyritøkuni er ella verður.
- ognarviðurskifti
- fyriskipanarligur bygnaður
- samanseting av nevnd
- leiðsluviðurskifti
- starvsfólkaviðurskifti
- peningastovnur
- grannskoðari
- krøv og prísur viðvíkjandi hølum
- neyðug útgerð, innbúgv, akførð
- neyðug goymsla
- bygningar
- kostnaðarviðurskifti
- handilspolitikkir
- prísur, avsláttur, gjaldstreytir, garanti, tænasta, kundaavgreiðsla
- mannagongdir fyri roknskap og fyristing
- dagligar bókingar, mvg-avrokning, senda rokningar út, fylgja upp uppá ikki goldnar rokningar, lønaravrokning, roknskapur fyri ársfjórðing, vørubílegging, skriva brøv til kundar
- sparringspartnarar
 
9. Menningin av fyritøkuni
Torført kann vera at hugsa 3-4 ár fram, serliga um tað er nýstovna fyritøka. Men vit mæla til, at tú umhugsar framtíðina og t.d. lýsir:
- fyritøkuna um 1 ár? 3 ár?
- vørur og tænastur um 1 ár? 3 ár?
- kundar
- søluinntøku
- yvirskot
 
10. Ætlanir
Tað er av alstórum týdningi at lýsa virksemið búskaparliga. Hóast tað kann kennast torført at meta um sølu o.a. langt fram í tíðina, mæla vit til, at tú gert eina roynd. Búskaparligar ætlanir fyri inniverandi ella komandi ár kunnu lýsast neyvari, men ætlanir, ið røkka longri fram, eru aloftast ikki eru so detaljeraðar. Dømi um ætlanir:
- rakstur
- fíggjarstøða
- íløgur
- peningastreymur
- gjaldføri
 
11. Fígging
Hvussu stórur er fíggingartørvurin?
Hvussu er lutfallið millum eginfígging og fremmanda fígging?
Um tú skalt hava fremmanda fígging ella stuðul, verður helst kravt, at tú lýsir, hvør annar fíggjar virksemið ella verkætlanina.
 
12. Vandamál og fyritreytir
Á hvørjum økjum væntar í hjá felagnum, t.d. starvsfólkaútbúgving og tøkni, og hvat kann gerast við tað?
Hvussu viðbreknar eru ætlanirnar, um umstøðurnar broytast?
 
Skjøl
Dømi um skjøl:
- rakstrarætlanir
- fíggjarstøðuætlan
- gjaldførisætlan
- marknarføringsætlan
- visuelt tilfar