Ríkisborgarar úr londum uttanfyri Norðurlond skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.
Tá arbeiðsloysið er minni enn 3,5 % ber til at seta ES-borgarar í starv frá degi til annan, um fyritøkan hevur undangóðkenning. Hetta er tó treytað av, at søkt verður um arbeiðsloyvi seinast sama dag, sum arbeiðstakarin byrjar í starvi.
Niðanfyri er nærri vegleiðingar um undangóðkenning, arbeiðsloyvir og treytir.
Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi
Faklærd arbeiðsmegi til byggivinnuna
Um ein fyritøka ynskir at gerast undangóðkend til at seta í starv arbeiðsmegi úr ES-londum, skal fyritøkan søkja um undangóðkenning hjá SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration.
Á heimasíðu teirra er umsókn, sum skal fyllast út. Oyðublaðið eitur: FO/AR7
Á oyðublaðnum verður greitt frá, hvussu farast skal fram.
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
- Váttan frá Skráseting Føroya um at fyritøkan er skrásett í Føroyum
- Limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, fyri at vátta, at fyritøkan er bundin at fylgja sáttmálunum á føroyska
arbeiðsmarknaðinum (kann umbiðjast á industry@industry.fo og upplýs V-tal)
- Váttan frá TAKS um, at fyritøkan er skattskyldug í Føroyum
Tá umsóknin er fylt út, skalt tú senda hana saman við skjølunum omanfyri soleiðis:
1. Trýst á leinkjuna her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
2. Vel: "Jeg har spørgsmål eller skal sende dokumenter til sag vedrørende ophold på Grønland eller
Færøerne"
3. Vel: "Jeg er arbejdsgiver" og fyll síðan oyðublaðið út
Til ber eisini at lata umsóknina inn á løgreglustøð í Føroyum saman við skjølunum nevnd omanfyri.
Á heimasíðuni hjá SIRI er vegleiðing til, hvussu tú søkir: Soleiðis søkir tú
Sambært heimasíðuni hjá teimum, tekur málsviðgerðartíðin 0-10 dagar..
Arbeiðstakarin kann ikki byrja at arbeiða fyrr enn undangóðkenningin er í lagi. Harumframt skal SIRI ella løgreglan hava fráboðan um, hvar viðkomandi skal starvast.
GG: Undangóðkenningin skal dagførast hvørt ár. Tá er sama mannagongd galdandi, og tit skulu hava nýtt limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tá ið fyritøkan hevur fingið játtandi svar upp á undangóðkenningina, skal ein umsókn sendast til SIRI ella latast løgregluni, áðrenn klárt er hjá arbeiðstakara at byrja í starvinum.
Til ber at senda umsókn og skjøl beinleiðis til Styrelsen for International Rekruttering og Integration á heimasíðuni www.nyidanmark.dk.
Arbeiðstakari og arbeiðsgevari fylla í felag oyðublaðið út. Oyðublaðið eitur: FO/AR8
Tá oyðiblaðið er fylt út, verður tað sent soleiðis:
1. Trýst á leinkjuna her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
2. Vel: "Jeg har spørgsmål eller skal sende dokumenter til sag vedrørende ophold på Grønland eller
Færøerne"
3. Vel: "Jeg er ansøger" og fyll síðan oyðublaðið út
Tá umsóknin er send, er klárt hjá arbeiðstakara at byrja at arbeiða.
Arbeiðstakarin skal flyta kommunu fyri at fáa føroyskt p-tal. Viðgerðartíðin kann verða heldur long, men eitt fyribils p-tal verður útvegað, til øll viðurskifti eru komin upp á pláss.
Undangóðkenningin er galdandi í eitt ár og skal tí endurnýggjast eina ferð um árið.
Hetta fer fram á sama hátt, sum tá søkt verður um undangóðkenning.
Limaprógvið fæst við at skriva til industry@industry.fo. Vinarliga send V-tal við.
Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi
Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi eru tey somu, sum hjá føroyskari arbeiðsmegi, í mun til arbeiðsmarknanðarlóggávu og sáttmála- og lønarviðurskifti.
Starvsrættarligu viðurskiftini hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu, sum hjá øðrum starvsfólkum.
Tá starvsfólk, sum eru sett eftir skipanini um undangóðkenning, fara úr starvi, missir viðkomandi rættin arbeiðs- og uppihaldsloyvið í Føroyum.
Hetta skal fráboðast til SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration (sama mannagongd, sum tá søkt verður um arbeiðsloyvi. Fyll út og skriva boð í kassan “spørgsmål eller besked”).
Skiftir starv
Um ein útlendingur, sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, skiftir arbeiðið, skal nýggj fráboðan sendast til https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
Er fyritøkan, sum skift verður til, undangóðkend til at seta í starv arbeiðsmegi úr ES londum, ber til at byrja at arbeiða beinanveg.