Undangóðkenning frá SIRI

 

Oyðublað til undangóðkenning fært tú á heimasíðuni hjá SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration www.nyidanmark.dk 

 


Vel "Blanketter" í bjálkanum ovast, vel so Færøerne og Grønland í fremsta leititeigi og Færøerne í mittasta leititeigi og trýst á leita  (ella trýst á her).

 


Oyðublaðið eitur AR7.
 

 

Tú kann eisini fara inn á heimasíðuna hjá SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration, har kunning er um reglurnar.

 


Fyri at verða undangóðkend fyritøka til at seta í starv útlendska arbeiðsmegi, skal fyritøkan á hvørjum árið prógva, at hon er partur av sáttmálunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 


 

Sum prógv fyri hesum krevur SIRI limaskapsprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Limaprógvið fæst við at skriva til industry@industry.fo. Vinarliga send V-tal við.
 

 

Er arbeiðsloysið omanfyri 3,5% eru serligar reglur galdandi fyri útlendskar handverkarar til byggivinnuna, sí niðanfyri.