Við uppskotinum til kunngerð verða reglur um bíðitíð settar í gildi, sum avleiðing av lógarbrotum og skuld til almennar myndugleikar, í sambandi við fráboðan um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Harumframt verða treytir settar um integratiónsviðkomandi tilknýti.
Uppskotið til kunngerð broytir ikki venjuna fyri, nær ein útlendingur kann fáa fráboðan um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, men setur krøv, sum skulu vera lokin fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.