Broyting í løgtingslóg um tilbúgving til hoyringar

07. januar. 2021 | Hoyringssvar

Broyting í løgtingslóg um tilbúgving

Fylgiskjøl

Svar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hesar viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um tilbúgving.

Í punkt 5, grein 15, stk. 3-5 í lógaruppskotnum verður skotið upp at geva landsstýrismanninum heimild at áleggja vinnufyritøkum ikki nærri útgreinaðar útreiðslur. Heimildin er víðfevnd og trupul at leggja upp fyri.

Í mun til nýggju § 15, stk. 3 er tað framvegis ikki greitt, hvat slag av virksemi talan skal vera um, áðrenn ein fyritøka skal hava eina egintilbúgving, tó at tvey dømi verða nevnd í viðmerkingunum (olju- og tunnilsvirksemi). Ásetingin í § 15, stk. 1 er ógvuliga yvirskipað, og kann elva til iva, hvørjar fyritøkur eru fevndar.Lagt verður upp til, at tað er váðametingin í kommununi, sum avger, um ein fyritøka er fevnd av § 15, stk. 1. Hetta kann viðføra, at sama slag av virksemi verður viðgjørt ymiskt í ymiskum kommunum. Harumframt eru ongar ásetingar, sum avmarka hvørji krøv kunnu setast til egintilbúgvingina, annað enn vanliga fyrisitingarliga reglan um proportionalitet.

Í viðmerkingunum til § 15, stk. 4, verður heldur ikki nágreiniliga viðgjørt, hvørji átøk vinnufyritøkur kunnu verða álagdar útreiðslur fyri, annað enn tað, at talan skal vera um “serliga útgerð” við støði í kommunalu váðametingini. Ei heldur eru hesar útreiðslur útgreinaðar í viðmerkingunum til lógina.

Vinnuligt virksemi, sum er staðsett í einari kommunu, gevur kommunnum eisini eyka inntøkur av hesum virkseminum gjøgnum hægri partafelags- og kommunuskatt. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at hesar eyka inntøkur verða nýttar til at fíggja kommunalu tilbúgvingina, meðan vinnuvirkini fíggja sína egnu egintilbúgving.Um ein kommuna ikki sjálv skal bera útreiðslurnar av útgerð í kommunalu tilbúgvingini, verður eingin tilskundan hjá kommununi at finna tær mest kostnaðareffektivu loyrnirnar, tá útgerð skal fáast til vega við støði í váðameting og tilbúgvingarætlan.

Um so er, at Fiskimálaráðið heldur fast um, at landsstýrismaðurin skal kunna áleggja fyritøkum at bera útreiðslur til serliga útgerð í s.v. kommunalu tilbúgvingina, verður í øðrum lagi mælt til, at tað verður ásett í lógartekstinum, at kommunan skal samstarva við vinnufyritøkur um váðametingina (er ásett í lógartekstinum), og at hon verður send til hoyringar hjá teimum vinnufyritøkum, sum sannlíkt verða ávirkaðar av váðametingini, áðrenn váðametingin verður endalig.

Við punkt 7 grein 18 stk. 2, fær landsstýrismaðurin heimild at áleggja fyritøkum og starvsfóki teirra at veita hjálp í einari tilbúgvingarstøðu. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at fyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri fíggjarligan missi av slíkum kravboðum, ella at fyritøkur kunnu áseta prís fyri vøruna ella tænastuna, í teimum førum at hetta ber til.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil somuleiðis vísa á, at punkt 2.3, sum lýsir avleiðingar fyri vinnuna eru ógvuliga avmarkað. Um tað skal geva nakra meining at lýsa avleiðingarnar eiga hesar at verða ítøkiligar og útgreinaðar, somuleiðis eigur ein meting at verða gjørd av møguligum útreiðslum fyri vinnuligt virksemi, vísandi til ætlaðu broytingarnar í grein 5 og 7.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at omanfyri nevndu broytingar verða gjørdar í lógini, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fram.

Somuleiðis heldur felagið, at lógaruppskotið eigur at verða sent aftur til hoyringar áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið.