Reiðarafelagið fyri Handilsskip takkar fyri møguleikan at viðmerkja broytingaruppskotini til ymsar gjaldskunngerðir á sjóvinnuøkinum, sum er sent felagnum 15. apríl 2025.
Fyrst vilja vit undirstrikað, at tað er óheppi, at kunngerðarbroytingar verða sendar okkum uttan frágreiðing. Uttanríkis- og vinnumálaráðið eigur at greiða frá teimum sjónarmiðum, sum liggja til grundar fyri broytingunum, tí tað gevur eitt betri gjøgnumskygni.
48 gjøld hækkað í miðal 127%
Talan er um eina rúgvu av gjøldum, sum landsstýrið hevur ætlanir um at hækka í hesum umfarinum. Yvirskipað tykist ikki einans at verða talan um reguleringar í verandi gjøldum, men eisini um munandi hækkingar av gjøldum umframt nýggj gjøld. Tí metir Reiðarafelagið fyri Handilsskip, at hækkingarnar eru sera óhepnar og eiga ikki at verða so ógvusligar.
Broytingarnar fevna breitt, og talan er bæði um smærri og størri upphæddir. T.d. hækka gjøldini til skráseting í føroysku altjóða skipaskránni millum 15.000 og 30.000 krónur, svarandi til umleið 25%. Hinvegin eru eisini hækkingar í smærri gjøldum. Hóast hækkingarnar í krónum tykjast smáar, so er talan um prosenthækkingar á upp til 400%. Tað tykist undranarsamt.
Broytingar eiga at standa mát við arbeiðsorku
Tað er ein meginregla, at eitt gjald, sum ein almennur stovnur ella myndugleiki tekur fyri eina tænastu ella eftirlit skal standa mát við ta arbeiðsorku og kostnað, sum krevst til umsiting. Summi av gjøldunum tykjast ikki at fylgja hesi meginreglu, tí hækkingarnar eru sera stórar.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip heitir tí á ráðið um at kanna, um útreiðsluhækkingarnar standa mát við tær útreiðslur, ið standast av virkseminum, og um samsvar er millum hækkaðu gjøldini og kostnaðin av virkseminum.
Nógv gjøld verða løgd á vinnuna
Seinastu tíðina eru fleiri hækkingar í gjøldum, sum vinnan rindar til landskassan. Hetta ger, at umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum gerast alsamt dýrari hjá føroyskum fyritøkum, og hetta ávirkar okkara kappingarføri. Hesi broytingaruppskot eru enn eitt dømi í rúgvuni av øðrum hækkingum, sum eru álagdar vinnuni at rinda.
Hetta er ein sera óheppin gongd, sum Føroya Landsstýri eigur at taka í álvara. Ein av fyritreytunum fyri at hava eitt vælfungerandi samfelag er, at vinnan hevur góðar umstøður. Onnur dømi um hækkingar eru broytingar í dagpeningalógini, har arbeiðsgevarin skal rinda upp til fimm sjúkradagar, og hækkingar í gjøldum til Arbeiðs- og brunaeftirlitið v.m.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip mælir frá at lýsa kunngerðirnar, fyrr enn greitt eru hví broytingarnar eru neyðugar og hvussu komið er fram til ásettu gjøldini.
Vónandi verða viðmerkingar okkara tiknar til eftirtektar.
Les uppskotini her:
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ársgøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni.
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um siglingarbøkur.
- Uppskot til kunngerð um gjald fyri sýn av skipum.
- Uppskot til kunngerð um gjøld fyri skipauppmáling.
- Uppskot til kunngerð um gjøld fyri skráseting í skipaskránni.
- Uppskot til kunngerð um gjøld fyri skráseting o.a. í Føroysku Altjóða Skipaskránni.
- Uppskot til kunngerð um gjøld fyri at geva út og endurnýggja sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv.