Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)

14. november. 2023 | Hoyringssvar

Sí uppskot her

Fylgiskjal 1

Fylgiskjal 2

Víst verður til skriv sent okkum tann 22. septembur 2023, har uppskotið verður sent til hoyringar.


Reiðarafelagið fyri Handilsskip tekur undir við, at týðandi mál sum sjórættur verður yvirtikið, og frameftir verður føroysk lóggáva. Yvirtøkan kann tryggja, at føroyska vinnan og viðurskifti altíð verða tikin við í eini og hvørji viðger og at lóggávan samsvarar við okkara umstøður.


Tað eigur tískil at verða ein fyrimunur, at lóggávuvaldið hevur tætt samband við vinnuna og gott innlit í føroysk viðurskifti.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur tvær ítøkiligar viðmerkingar til broytingaruppskotið.


Kostnaður
Uppskotið sigur, at metti kostnaðurin av yvirtøkuni í 2025 verður 1,8 mió. kr., sum svarar til tvey ársverk. Í hesum sambandi vilja vit heita á landsstýrið og myndugleikar um at hava fyri eyga, at slíkur mettur kostnaður ikki gerst nógv dýrari enn frammanundan vænta. Tí er neyðugt at verða neyvur og eftirfarandi í kostnaðarmetingunum, so ikki fleiri óvæntaðar útreiðslur standast av yvirtøkuni.


Tryggja altjóða krøv
Lógarkarmar innan sjórætt eru í stóran mun gjørdur við støði í altjóða sáttmálum, reglum og tilmælum. Tað hevur alstóran týdning, at føroyska sjólóggávan framhaldandi er í samsvari við altjóða sáttmálar v.m.
Um vit ikki liva upp til altjóða sáttmálar v.m. kann hetta hava vanlukkuligar avleiðingar fyri Føroyar sum sjóvinnutjóð, føroysk reiðaríir og manning.


Ein av fremstu uppgávunum hjá landsstýrinum og avvarandi myndugleikum er at tryggja, at føroyskur sjórættur er á sama støði sum frammanundan, og at vit altíð liva upp til altjóða sáttmálar og standardir sum krevst fyri t.d. IMO atlimaskap v.m.


Tað er tí umráðandi, at kostnaðurin av yvirtøkuni stendur mát við ta arbeiðið, sum myndugleikar skulu gera, fyri at tryggja, at vit til eina og hvørja tíð liva upp til neyðug altjóða krøv.

Greitt verður frá í viðmerkingum, at í tíðarskeiðnnum fram til Ólavsøkudag 2025, fer Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við viðkomandi myndugleikum og privatum pørtum at lýsa málsøki meira nágreiniligt. Reiðarafelagið fyri Handilsskip tekur gjarna lut í hesum arbeiðið.


Vinarliga
Reiðarafelagið fyri Handilsskip


Jórun Gardar