Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

26. september. 2023 | Hoyringssvar | Handverk og ídnaður

Viðmerkingar til broytingar í áseting um lønarendurgjald til lærupláss­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Føroya Handverksmeistarafelag hevur fingið kunning um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar. Uppskotið er partur at trípartasemjuni, sum var gjørd millum Føroya Landsstýri og partarnar á arbeiðsmarknaðinum í 2019, sum snúði seg um yrkisútbúgvingarøkið. Hóast uppskotið ikki er sent út til hoyringar, hevur Føroya Handverksmeistarafelag valt at senda inn viðmerkingar.

Allarfyrst er at siga, at tað er sera skuffandi at slíkt uppskot ikki verður sent út til almenna hoyring. Umboðini fyri Føroya Handverksmeistarafelag blivu kunnaði um uppskotið til lógarbroytingina týsdagin 19. september á Yrkisútbúgvingarráðsfundi, har sagt verður at uppskotið skal víðari í skipanini beinanvegin, fyri síðani at leggjast fyri Tingið tann 1. oktobur. Hetta er als ikki nøktandi.

Síðani skal vera sagt, at uppskotið til lógarbroytingar verður umtalað sum eitt átak í trípartaavtaluni. Hetta er ógvuliga villleiðandi. Tað ber ikki til at gera eina semju ímillum fleiri partar og so einans seta í verk tey “átøk”, sum tæna einum sjálvum og fremja sparingar. Tá man ger eina semju, er tað týdningarmikið at avtalurnar vera hildnar í síni heild, og at man ikki bert virðir tann partin, sum man sjálvur ynskti at fáa ígjøgnum.

Verður hugt eftir trípartasemjuni, so var punkt 1, at ynski var um eina betraða yrkisútbúgvingarskipan. Føroya Handverksmeistarafelag undrast stórliga á, at Barna- og Undirvísingarmálaráðið ikki raðfestir hendan partin av avtaluni. Tað sum hevði týdning fyri vinnuna, men serliga fyri lærlingarnar, var, at skúlaskeiðini kundu býtast upp í smærri skeið. Talan var ikki um at stytta skúlatíðina, men at býta skúlaskeiðini upp, soleiðis at lærlingarnir oftari og í styttri tíðarskeið skifta ímillum skúla og praktiska læru. Arbeiðið at endurskoða fakini er ígongd, men neyðuga fíggingin til hetta arbeiðið verður ikki latin Yrkisdeplinum, og tí tekur hetta arbeiðið alt ov langa tíð. Vónandi verður sparingin frá hesari lógarbroytingini, sum verður tikin frá læruplássinum, løgd í Yrkisdepilin soleiðis at arbeiðið at menna yrkisútbúgvingarnar kann halda fram.

Eisini hava læruplássini í fleiri umførum eftirlýst, at skúlarnir taka flokkar inn tvær ferðir árliga. Hetta er bert sett í verk í tann mun, at læruplássini hava sett so nógvar lærlingar, at flokkarnir eru fullir á skúlaskeiðunum, og sostatt má nýggjur flokkur byrja seinri. Sum skilst er tað Skúlastýrið sum avgerð hvørt tað loysir seg fíggjarliga hjá teknisku skúlunum at hava flokkar tvær ferðir sama ár. Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at stóri vansin hjá læruplássunum við bert tí eina flokkinum, umframt longu skúlaskeiðini, er, at tá allir lærlingarnir eru burtur frá arbeiðsplássinum samstundis, er trupult at leggja virksemi til rættis.

Yrkisútbúgvingarráðið hevur fleiri ferðir spurt í Barna- og Undirvísingarmálaráðnum, hvat markið á næmingatalið er fyri at seta flokk á stovn. Einki svar er komið enn. Føroya Handverksmeistarafelag heldur at hetta markið eigur at vera sett lágt, t.d. seks lærlingar, soleiðis at skúlarnir kunnu taka tveir flokkar inn árliga, umframt at møguleiki eisini er at hava flokkar fyrr smærri, men sera týdningarmikil, fak, sum í dag mugu takst uttanlands.

Til seinast vil Føroya Handverksmeitarafelag vísa á, at tað tykist undarligt at Føroya Landsstýri tekur júst hesa lógarbroytingina burturúr heildini. Men vónandi fer Barna- og Undirvísingarmálaráðið beinanvegin at hyggja eftir, hvussu man kann vera við til at virða gjørdu semjuna í síni heild, við at seta neyðugu fíggingina av til yrkisútbúgvingarøkið. Í øllum førum er tað sera hugstoytt fyri framtíðar samstarv, tá tann eini parturin velur og vrakar hvørji punkt skulu haldast og hvørji ikki skulu

Vinarliga

Føroya Handverksmeistarafelag

Magnus Magnussen