Hoyringssvar til uppskot til Løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin)

01. august. 2023 | Hoyringssvar

Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at ummæla uppskotið til løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (rúsdrekkalógin) til hoyringar.


Ferðavinnufelagið tekur undir við uppskotinum og væntar, at broytingin í rúsdrekkalógini eisini fevnir um loyvi hjá matstovuvinnuni at innflyta vín og øl beinleiðis. Ferðavinnufelagið sær fram til hesa broyting, tí tørvurin á tí er stórur. Í Samgonguskjalinum er ásett “Matstovuvinnan fær loyvi til at innflyta vín og øl beinleiðis. Bryggjarí og brennarí fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum.” og tí væntar Ferðavinnufelagið, at landsstýrið ger neyðugu broytingarnar í rúsdrekkalógini og eisini avtekur einkarinnkeypð hjá Rúsdrekkasølu Landsins.


Ferðavinnufelagið hevur í mong ár arbeitt fyri at bøta um og broyta innkeypstreytirnar hjá matstovuvinnuni á rúsdrekkaøkinum. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni.


Ongastaðni í londunum kring okkum, sum hava einkarsølu, er einkarinnkeyp galdandi. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna og sum stein omaná byrðu við øktum rentukostnaðum og øktum rávøruprísum.


Verður hugsað um rúsdrekkanýtsluna hjá endabrúkaranum, ger tað ongan mun, um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu landsins ella innflytir sjálv. Í so máta broytist einki fyri vanliga brúkaran. Einkarsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins fer at halda fram sum higartil. Tískil er einki til hindurs fyri at avtaka einkarinnkeypið nú, um somu tíð sum broytingar í rúsdrekkalógini verða gjørdar.


Ferðavinnufelagið tekur sostatt undir við uppskotinum, men vísandi til omanfyristandandi, at broytingin eigur eisini at fevna um ásetingina í samgonguskjalinum, um loyvi hjá matstovuvinnuni at innflyta vín og øl beinleiðis.


Vinarliga
FERÐAVINNUFELAGIÐ
Bára Gunnarsdóttir

Uppskot Til Broyting Í Rúsdrekkalógini

RÚSDREKKALÓGIN Galdandi Og Uppskotið (2)