Hoyringssvar til uppskotið til kunngerð um f-gass

21. februar. 2023 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at viðmerkja kunngerð um f-gass, sum varð send til hoyringar.


Hóast tað verður eitt stórt og kostnaðarmikið tak at útskifta verandi køliskipanir, tekur Vinnuhúsið fult undir við at vit fara undir eina tilgongd at fáa umlagt køliskipanir, so útlátið av vakstrarhúsgassum kann minka. Tó er umráðandi, at hetta verður gjørt á slíkan hátt, at tað í praksis ber til at tillaga og útskifta tær omanfyri 1.000 køliskipanirnar, sum finnast á landi og umborð á skipum. Í hesum sambandi heldur Vinnuhúsið, at skiftis- og tillaðingartíðin í uppskotinum til kunngerð er ov stutt, og mælt verður til at Umhvørvisstovan endurskoðar dagfestingarnar.


Víst verður til viðmerkingarnar niðanfyri, har veitararnir eisini seta spurnartekin við m.a. umsitingarligar avbjóðingar og ásetingarnar um eftirlit í uppskotinum til kunngerð, sum er sent til hoyringar.


Sambært § 6 í uppskotinum til kunngerð, skal tað ikki verða loyvt at fylla nýframleitt HFC, við GWP-virði størri enn 2.500, á køliskipanir í Føroyum, frá 1. januar 2024 at rokna.


Á kunningarfundi um uppskotið til kunngerð á Umhvørvisstovuni, mikudagin 8. februar, varð upplýst frá veitarum av HFC, at tað í løtuni eru umleið 1.000 køliskipanir, størri og smærri, á landi í Føroyum, sum nýta HFC, har GWP- virðið er størri enn 2.500.


Freistin, 1. januar 2024, at skifta hesar 1.000 køliskipanirnar út, er tí alt ov stutt. Í ES-londunum fingu tey nógv longri freist at tillaga seg.


Sambært § 6, stk. 2, verður tað loyvt at fylla endurvunnið ella endurvirkað HFC gass á køliskipanirnar í Føroyum fram til 2030, men sambært føroysku veitarunum, ber illa til at fáa fatur á endurvirkaðum gassi í dag. Tað, sum finst, er fleiri ferðir dýrari enn nýframleitt gass.


Tað verður tí ikki nøkur loysn at kunna brúka endurvirkað gass, tá ið nýframleitt gass verður bannað frá 1. januar 2024, sambært § 6, stk. 1, í hesum uppskotinum til kunngerð.


Føroysku veitararnir av HFC-gassi vístu eisini á, at hetta uppskotið til kunngerð fer at leggja óneyðugar umsitingarligar byrðar á seljararnar. Í § 12, stk. 2, er ásett, at seljarin skal tryggja sær váttan frá kundanum fyri hvørja einstaka sølu. Hetta verður trupult at umsita, tí talan kann verða um 10 áfyllingar um døgnið, bæði um kvøldarnar og um vikuskiftið, á ymsar av teimum 1.000 køliskipanunm við HFC-gassi í landinum.


Tað eigur at bera til at hava eftirlit við keypinum og søluni av HFC-gassi hjá hvørjum einstøkum seljara og keypara, uttan at gera tað á henda hátt.


Spurnartekin varð eisini sett við, hvat undantaksásetingin í § 13, stk. 1, heilt ítøkiliga merkir.
Í § 14, stk. 3, er m.a. ásett, at ikki er loyvt at viðgera f-gass uttan góðkenning frá Umhvørvisstovuni. Hvat merkir “viðgera”?


Veitararnir av f-gassi settu eisini spurnartekin við áseingarnar um Lekaeftirlit og Eftirlit í hesum uppskotinum til kunngerð, tí veitararnir hava ta fatan, at hesar uppgávurnar liggja longu hjá Arbeiðseftirlitinum sum er, og er tað tí neyðugt við fleiri eftirlitum?


Í 18, stk. 3, er m.a. ásett, at Umhvørvisstovan kann áleggja innflytara og seljara at lata stakroyndir viðvíkjandi fíggjarligum upplýsingum. Spurnartekin varð sett við, hví og hvørjar fíggjarligar upplýsingar innflytarar og seljarar skulu lata Umhvørvisstovuni?


Hetta uppskotið til kunngerð kemur at raka fleiri farma- og ferðamannaskip. Hvat hetta kemur at merkja, vita reiðarafeløgini ikki rættiliga enn, tí tey hava ikki havt stundir til at kanna tað nærri, men freistin at fremja so umfatandi broytingar á skipunum er alt ov stutt. Tað skulu helst bíleggjast nýggjar køliskipanir, og tað eru langar leveringstíðir á slíkari útgerð í dag. Harumframt skulu umbyggingar helst eisini gerast umborð á skipunum. Freistin, 1. januar 2024, er tí alt ov stutt og helst eisini ómøgulig at ganga á møti.


Vegna vinnuna á landi og reiðarafeløgini fyri farma- og ferðamannaskip, sum nýta, fer Vinnuhúsið tí at mæla til, at skiftistíðirnar og freistirnar í uppskotinum verða longdar, t.d. kundi freistin fyri at banna áfylling av nýframleiddum HFC-gassi á køliskipanir, við GWP-virði størri enn 2.500, verði longd til 1. januar 2030. Eisini verður mælt til, at Umhvørvisstovan hyggur nærri eftir og ger neyðugar tillagingar til hinar spurningarnar, sum vinnan hevur sett til uppskotið til kunngerð.


Reiðarafelagið sendir sínar viðmerkingar vegna fiskiskipaflotan.

Les uppskotið her

Hoyringarskriv

Bilag 1