Samgongan ætlar, at skattastigin verður javnaður.
Føroyski búskapurin hevur seinastu árini havt stóra framgongd. Hetta merkir, at stigvaksandi trinini í inntøkuskattinum ikki fylgja við gongdini, tá ið inntøkurnar í samfelagnum vaksa.
Veruligi skatturin á lønarinntøku hækkar tískil yvir tíð, uttan at Løgtingið hevur avgjørt tað.
Hetta kann gera tað trupult hjá politisku skipanini at halda aftur í rakstrarútreiðslunum, men ger eisini, at politiska skipanin við jøvnum millumbilum skal tillaga skattaskipanina og taka støðu til somu viðurskifti umaftur.
Við árliga at javna skattastigan fær politiska skipanin betri orku til at loysa aðrar týdningarmiklar avbjóðingar.