Kunngerð um aldursmark fyri at keypa orkudrykkir

Hoyringarsvar frá Handilsvinnufelagnum

Handilsvinnufelagið 13. januar. 2026 | Hoyringssvar | Orka

Handilsvinnufelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til kunngerð um aldursmark fyri at keypa orkudrykkir.

Felagið er jaligt um uppskotið, har tað longu í dag eru limir í Handilsvinnufelagnum sum av sínum eintingum hava sett aldursmark fyri keyp av orkudrykkum.

Handilsvinnufelagið vil tó samstundis vísa á viðurskifti, sum eiga at vera tikin hond um áðrenn kunngerðin verður lýst. Hesi viðurskifti eru lýst niðanfyri.

Gildiskomuásetingin
Sambært grein 5 í uppskotinum, so er gildiskoman sett at vera dagin eftir, at hon er kunngjørd. Handilsvinnufelagið mælir til at hetta verður broytt, soleiðis at handilsvinnan hevur møguleika fyri at gera tey átøk sum skulu til áðrenn kunngerðin fær gildi.

Sum dømi kann nevnast, at tað sambært grein 3, stk. 2 er ásett, at týðilig skelting av aldursmarkinum skal verða á sølustaðnum. Hetta má handilsvinnan fáa tíð til at fáa í lag áðrenn kunngerðin fær gildi.

Harafturat so má handilsvinnan hava møguleika fyri at læra starvsfólki upp í nýggju reglunum. Orkudrykkir vera seldir í ymiskum íløtum, sum hava ymisk skap og litir og tí er umráðandi at handlarnir hava møguleika fyri at kunna starvsfólkini um vørurnar, ið eru fevndar av aldursmarkinum.

Handilsvinnan skýtir tí upp, at kunngerðin í fyrsta lagi kemur í gildi tvær vikur eftir at kunngerðin er lýst. Handilsvinnan ynskir eisini at Tilfeingis- og vinnumálaráðið kunnar felagið um nær kunngerðin verður lýst og við hvørjum skotbrái, soleiðis at kunningin kann koma út til teir limir, sum kunngerðin ávirkar.

Skipan fyri handfaring av sølu av vørum við aldursmarkið
Fólk hava í minni mun fysisk samleikaprógv uppiá sær í dag, har alt flytir seg meiri yvir í talgildar skipanir á telefonum. Sum dømi kann nevnast koyrikort og samleikaprógv, sum Talgildu Føroyar hava fingið í Skjáttuna. Gongda leiðin er tí at fáa gjørt eina skipan, ið ger at tað ikki er møguligt at keypa hesar vørur uttan at talgilt samleikaprógv ella líknandi er víst ella skanna.

Tá tað er landsstýrið, ið ynskir at seta aldursmark á ávísar vørur, so má landsstýrið eisini vera viðspælari ímun til at tryggja at nøktandi skipanir eru fyri at tryggja at hetta verður hildið. Starvsfólk, ung sum eldri, standa hvønn dag við kassarnar kring landið og taka støðu til hvørt ein persónur er 18 ár ella eldri ísv. keyp av vørum við aldursmarki. Hetta kann í dag gerast við at starvsfólki spyr um samleikaprógv frá viðkomandi viðskiftafólki. Í einum so lítlum samfelag sum Føroyar er tó eingin loyna, at tað hóast krav um samleikaprógv, so kunnu ístanda støður har starvsfólki aftanfyri kassan stendur yvirfyri persónum, ið ikki hava aldur, men av tí at talan er um fólk ella familju, ið ein kennur, so verður starvsfólki sett í eina støðu, sum ikki er ynskiligt.

Ynski hjá Handilsvinnufelagnum er tí at hugt verur eftir talgildum loysnum, sum flyta hesa ábyrgdina frá starvsfólkinum, soleiðis at møguleiki ikki er fyri at útflýggja vøruna uttan neyðuga prógvið. Hetta kann t.d. vera við at skanna eitt talgilt samleikaprógv. Handilsvinnufelagið metir tað vera ógvuliga umráðandi, at starvsfólkini eisini eru vard í slíkum støðum.

Handilsvinnufelagið skýtir tí upp, at Tilfeingis- og vinnumálaráðið saman handilsvinnuni og viðkomandi aktørum fáa í lag eina haldbara skipan fyri sølu av vørum fevndum av aldursmarkið, soleiðis at starvsfólk, ið selja slíkar vørur kunnu føla seg trygg at selja vørur fevndar av aldursmarki.

Les uppskotið her