Kunngerð um innflutning, framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka

Ferðavinnufelagið 28. november. 2023 | Hoyringssvar | Ferðavinna

Sí uppskotið her

Hoyringssvar frá Ferðavinnufelagnum

Víst verður til uppskot til kunngerð nr. 111 frá 20. oktober um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka, sum Vinnuhúsið fekk til hoyringar 30. oktober 2023.


Ferðavinnufelagið tekur undir við, at broytingar eru gjørdar fyri at loyva rúsdrekkaframleiðarum at bjóða og selja vitjandi egna framleiðslu.


Ferðavinnufelagið vísur samstundis á, at neyðugt er eisini at gera broytingarnar í rúsdrekkalógini, og í nevndu kunngerð, fyri at loyva matstovum at innflyta vín og øl beinleiðis.


Tað hevur stóran týdning, at føroyskar matstovur hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi. Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka.


Innflutningurin og innkeypið gjøgnum Rúsdrekkasøla Landsins er ein fløskuhálsur hjá matstovuvinnuni í mun til at reka skynsaman matstovurakstur, og vinnan ynskir tískil sjálv at standa fyri innkeypinum á bæði øl, víni og sterkari rúsdrekka, soleiðis at hon kann tryggja eitt gott og høgt tænastustøði á øllum økjum.

Vinarliga
FERÐAVINNUFELAGIÐ

Bára Gunnarsdóttir