Kunngerð um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís

22. september. 2022 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar uppskot til kunngerð um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís.

Vit hava soljóðandi viðmerkingar og spurningar til uppskotið:

  • § 14 ásetir bert reglur um skelting av eindarprísi og bensin og diesel. Einki er ásett um skelting av eindarprísi av el til el-bilar. Tað undrar okkum, nú ein vaksandi partur av føroysku bilparkini verður endurnýggjað við el-bilum og alsamt fleiri løðistøðir verða settar upp kring landið.
  • Í § 2, 7) eru allýsingin av vøruvognum avmarkað til 2.000 kg. Tað verður ikki greitt nærri frá, hví allýsingin av vøruvognum er avmarkað til 2.000 kg.

Les uppskotið her