Hoyringssvar til kunngerðir um
- trygging ella aðra trygd fyri endurgjaldsábyrgd í sambandi við sigling við ferðafólkum - Les uppskotið her
- serstakt ábyrgdarmark fyri skip undir 300 tons fyri onnur krøv orsakað av persónskaða ella deyð - Les uppskotið her
Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotini, og hevur hesar viðmerkingar:
Yvirskipað skal Ferðavinnufelagið vísa á, at tað er torført at viðgerða kunngerðir sum ikki hava serliga viðmerkingar hjálagdar. Somuleiðis skal verða lagt afturat, at Ferðavinnufelagið fegnast um at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið kundi luttaka á fundi fyri at greiða frá kunngerðunum, men vónar at viðmerkingar framyvir verða lagdar saman við kunngerðum sum koma til hoyringar.
Viðvíkjandi uppskotinum til kunngerð um trygging ella aðra trygd fyri endurgjaldsábyrgd í sambandi við sigling við ferðafólkum:
Sum er ber ikki til at tekna ferðafólkatrygging hjá føroyskum tryggingarfelagi, og tí er tað torført at koma við ítøkiligum viðmerkingunum til kravið um at tekna ábyrgdartrygging sambært uppskotinum.
Á fundi við Umhvørvis- og vinnumálaráðið varð upplýst, at føroysku tryggingarfeløgini arbeiða við at menna eina slíka trygging, og tí er vavið á tryggingini enn óvist. Hvør kostnaðurin er og hvat fevnir hon um, og ikki.
Ferðavinnufelagið vil við hesum vísa á, at um tað skal vera møguligt at virka sum ferðavinnuveitari í Føroyum, er tað umráðandi at kostnaðurin til tryggingarmøguleikan stendur í mát við hvat tað ber til hjá einum veitara at binda seg til, so at tær neyðugu tryggingarnar kunnu verða teknaðar.
Viðvíkjandi uppskotinum til kunngerð um serstakt ábyrgdarmark fyri skip undir 300 tons fyri onnur krøv enn krøv orsakað av persónsskaða ella deyða (er í gildi)
Ein broyting í sjólógini, sum varð samtykt á vári 2025, er, at trygging skal vera teknað fyri ábyrgd fyri skaða, sum skjóttgangandi far undir 15 metrar, vatnskutari ella líknandi far, har útbúgvingarkrav er til føraran, er atvold til.
Í uppskotinum til kunngerð er ásett, at ábyrgdavmarkingarreglurnar í sjólógini eru galdandi í slíkum førum, tvs. at hesi før, hóast tey eru undir 300 BT, ikki verða fevnd av lægri ábyrgdaravmarkingarmørkum.
Sambært §1, stk. 2 er ábyrgdarmarkið fyri skaðar áljóðandi 1,51 mio. SDR.
Ferðavinnufelagið heitir á politisku myndugleikarnar at endurskoða upphæddina, soleiðis at hon samsvarar við føroysku viðurskiftini og støddina á fyritøkum. Tað er umráðandi at kostnaðurin til tryggingarmøguleikan stendur í mát við hvat tað ber til hjá einum veitara at binda seg til, so at tær neyðugu tryggingarnar kunnu verða teknaðar.