Kunngerð um at seta í gildi § 4 í lóg um talgilda samleika til hoyringar

23. august. 2022 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar kunngerð um at seta í gildi § 4 í lóg um talgilda samleika. Sí hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT Felagnum niðanfyri:

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir Fíggjarmálaráðnum til at spyrja seg fyri hjá teimum partafeløgunum, sum landið hevur ræði á, um teirra KT-skipanir eru til reiðar at verða fevnd av kravinum um at nýta talgilda samleikan til teirra talgildu tænastur, við so stuttum skotbrái, sum lagt er upp til her (1. sept).

Annars hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ongar viðmerkingar til kunngerðina um at seta § 4 í lógini um talgilda samleikan í gildi.

- Les hoyringssvarið frá KT Felagnum her

   - Les uppskotið her