Lógaruppskot um Landsbankan og lógaruppskot um Búskaparráð til hoyringar

05. februar. 2021 | Hoyringssvar

Lógaruppskot um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð

Lógaruppskot um Búskaparráð

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til løgtingslóg um Búskaparráð og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð.

Høvuðsviðmerkingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi eru hesar:

-   Grundleggjandi trupulleiki: ov veikt hagtalsgrundarlag
-   Mugu fremja effektiviseringar í rættari raðfylgju
-   Má grundgevast betri fyri at linka gjaldføriskrøvini
-   Nevndin fyri Landsbankan eigur at hava innlit í føroysk vinnuviðurskifti
-   Landsbankin eigur ikki at virka sum fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum
-   Týdningarmikið at tað ikki kunnu reisast spurningar um óheftni hjá Landsbankanum

Grundleggjandi trupulleiki: ov veikt hagtalsgrundarlag

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur grundleggjandi trupulleikan við búskaparligu ráðgevingini til landsstýrið verða, at hagtalsgrundarlagið, sum ráðgevandi stovnarnir skulu grunda síni tilmæli á, er ov veikt. Serliga kunnu tjóðarbúskaparlig hagtøl vera fleiri ár gomul, og framskrivingar grundað á gomul tøl og á aðrar framskrivingar økja um vandan fyri einari skeivari mynd av búskaparstøðuni og metingar um útlitini. Tá er torført at fremja eitt munagott arbeiði sum ráðgevandi stovnur.

Hetta er ikki einans ein trupulleiki, tá ið framtíðarætlanir skulu leggjast fyri føroyska samfelagið, bæði almennar og vinnuligar. Hetta hevur eisini ítøkiligar kostnaðir við sær, sum vit helst kundu sloppið undan, um vit høvdu dagførd hagtøl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað verða sera umráðandi, at landið raðfestur at framleiða dagførd tjóðarbúskaparlig hagtøl. At vit ikki hava dagførd hagtøl, kemst neyvan av manglandi vilja og mangul upp á skikkaða arbeiðsmegi til hesar uppgávur. Heldur er hetta økið er ov illa skipað, og tí fáa vit ikki tað burturúr, sum vit ynskja okkum.

Mugu fremja effektiviseringar í rættari raðfylgju

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at tað almenna effektiviserar sítt virksemi, men heldur tað vera týdningarmikið at byrjað verður á røttum stað. Áðrenn avgerð verður tikin um skipan av teimum ymisku stovnunum sum fáast við at framleiða og ráðgeva um búskaparfaklig viðurskifti (Búskaparráð, Landsbanka, Váðaráði, Hagstovu v.m.) eigur tað at vera útgreinað, hvat landið ynskir á búskaparliga økinum av hagtølum, greiningum og metingum, og síðan laga stovnarnar og arbeiðsorkuna hareftir.

Hetta hevði verið rætta raðfylgjan, soleiðis, at vit fáa tað burtur úr, sum vit vilja hava, ístaðin fyri bert at fremja sparingar við at flyta runt og tillaga stovnar, uttan fyrst at gera okkum greitt, hvat hvør stovnur og ráð skal gera og hvussu arbeiðsbýtið skal vera.

Má grundgevast betri fyri at linka gjaldføriskrøvini

Eftir uppskotinum verða gjaldføriskrøvini hjá landskassanum linkaði, so landskassin framyvir í eitt tíðarskeið kann hava eitt gjaldføri á í minsta lagi 13% av BTÚ, í mun til eitt krav á 15% í dag.

Tað undrar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at landið linkar kapitalkrøvini til sín sjálvs, samstundis sum politiska skipanin hevur sett óvanliga strong kapitalkrøv í verk fyri føroysku bankarnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skal í hesum sambandi vísa á, at útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar í stórum seinastu árini, samstundis sum búskaparligu útlitini eru óviss, m.a. orsakað av Corona-farsóttini. Tað ger tað uppaftur meira neyðugt, at tað verður grundgivið fyri, hví krøvini til landskassan skulu linkast, samstundis sum kapitalkrøvini til bankarnar verða herd.

Gjaldføris- og kapitalkrøv hava eykakostnaðir við sær, og tí skulu krøvini vera væl grundaði, so slíkir eykakostnaðir ikki gerast óneyðuga høgir. Men tað er neyðugt at grundgeva fyri hví tað ber til at linka um krøvini til landið samstundis sum krøvini til bankarnar verða herd.

Nevndin fyri Landsbankan eigur at hava innlit í føroysk vinnuviðurskifti

Í § 2, stk. 3 í lógini fyri Landsbanka Føroya er nevnt, hvørjar førleikar, nevndin fyri landsbankan tilsamans skal hava. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at nevndin eisini skal hava innlit í føroysk vinnuviðurskifti, og at hetta verður ásett í greinini.

Tað er eisini ivasamt, um tríggir nevndarlimir eru nóg mikið til at tryggja nóg fjøltáttaðar førleikar í nevndini, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað eigur at vera umhugsað at víðka nevndina við einum ella tveimum limum í mun til lógaruppskotið.

Mælt verður annars til at halda fast í verandi skipan, har ymiskir partar innstilla uppskot til nevndarlimir, sum landsstýrismaðurin kann velja millum.

Landsbankin eigur ikki at virka sum fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælti seinast uppskotið til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð var til viðgerðar (2016), frá, at Landsbankin umframt at umsita ogn og skuld landsins eisini framyvir skuldi verða fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum. Hóast ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum ikki er at broyta hesa áseting í fyriliggjandi broytingaruppskoti, loyvir Føroya Arbeiðsgevarafelag sær tó at endurtaka hesa viðmerking, og heita á Fíggjarmálaráðið um at strika hesa áseting í lógini um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð.

Áðrenn nýggja lógini í 2016 vóru tað í stóran mun privatu peningastovnarnir, sum vóru bankasambandið bæði hjá kommunum og grunnum. Mett varð tá, og mett verður framvegis, at kappingin millum privat og alment verður skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn. Um rentan varð ásett út frá einari kredittmeting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri, og er rentan lægri enn hetta, kann tað einans vera tí, at tað almenna átekur sær ein part av váðanum vegna kommununa ella grunnin.

Tað er er eisini óheppið, at tann sami stovnur, sum skal gera váðagreiningar av fíggjarsektorinum samstundis er ein av stóru aktørunum á marknaðinum, sum kappast við privatu fíggjarstovnarnar. Tá er lætt at seta spurnartekin við óheftni í ráðgevingini hjá landsbankanum.

Týdningarmikið at tað ikki kunnu reisast spurningar um óheftni hjá Landsbankanum

Lógaruppskotið ásetur, at raksturin av landsbankanum verður játtan á fíggjarlógini. Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi vart við, tá lógaruppskotið um Landsbankan var til viðgerðar í 2016, kann hetta reisa spurningar um óheftni hjá stovninum, sum annars var eitt av grundleggjandi sjónarmiðunum fyri at stovnseta Landsbankan aftur.