Til ummælis - kunngerð um nýtslu av dekkum

05. mars. 2021 | Hoyringssvar

Til ummælis - kunngerð um nýtslu av dekkum

Svar

Feløgini í Vinnuhúsinum hava fingið til hoyringar uppskot til kunngerð um nýtslu av dekkum. Uppskotið er viðgjørt og nakrar viðmerkingar eru. Onkur áseting kemur at vera sera kostnaðarmikil fyri vinnufyritøkur, um ásetingin ikki verður broytt, meðan onkur áseting møguliga ikki er tekniskt rætt orðað. Feløgini hava hesar viðmerkingar:

Í §1 1) stendur at dekk skulu vera merkt við kavaflykru og fjallatindi, umframt átekningina “3PMSF”. Av tí at Kavaflykran og fjallatindurin er tað sama sum 3PMSF, og sjálvir bókstavarnir ikki standa á dekkunum, átti tað at verið orðað øðrvísi í kunngerðini. Tað kundi t.d. verið loyst soleiðis:

“... merkt við kavaflykru og fjallatindi (3PMSF)...”

§2. – Tíðarskeiðið, har tað ikki er loyvt at brúka píkar, er ov stutt. Tað er als ikki óvanligt, at tað er hálka í skýming og lýsing inn í mai mánað, og tí er tað ov tíðliga at taka píkadekk av bussum og lastbilum longu 30. apríl. Orðingini í §2 kundi ljóða soleiðis:

“Ikki er loyvt at brúka summardekk í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við 15. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfør eru skødd við ketum á hjólunum á trekkakslinum. Í hesum tíðarskeiði kunnu í staðin nýtast vetrardekk ella píkadekk. Stk. 2. Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 15. mai til og við 15. oktober.”

Í  §2 stk. 2 verða undantøk givin til akfør hjá ymiskum stovnum. Undantak eigur eisini at verða givið til rutubussar, sum koyra á teimum vegastrekkjum har vetrarveðri varðar longri, t.d. til Gjáar ella Vestmanna.

§2 stk. 4 sigur at ”Á akfari kunnu vetrardekk einans vera nýtt um øll hjól á akfarinum hava hesi.”

Hendan ásetingin er sera óheppin. Á bilum yvir 3500 kg hevur verið galdandi, at man skal hava sama slag á sama aksli, t.v.s. at man kann hava t.d. summardekk framman og vetrardekk aftan. Tað hevur alstóran týdning, at hesin møguleikin heldur fram, tí ofta vera vetrardekkini brúkt til tey eru uppslitin í summarhálvuni, og so vera summardekkini sett undir á ein aksil í senn. Og tað er sera vanligt, at bussar og lastbilar ikki hava somu dekk á øllum akslunum. Hetta má undir ongum umstøðum koma í kunngerðina. Ein meting er, at henda áseting kann kosta eini miðalstórari fyritøku sera stórar eyka kostnaðir árliga.