Ummæli av broyting í vinnufelagalógini v.m.

31. oktober. 2023 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla uppskotið til løgtingslóg um broyting í parta- og smápartafeløg, anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og løgtingslóg um tryggingarvirksemi.


Innleiðandi er Føroya Arbeiðsgevarafelag fegið um, at KT-skipanin fyri veruligar eigarar fyri feløg í Føroyum nú er komin til vega.


Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur yvirskipað undir við endamálinum við broytingingaruppskotinum.


Sum nevnt í viðmerkingum til lógaruppskotið, er tvingsilsavtøka av einum felag eitt stórt inntriv í viðurskiftini hjá felagnum. Tí tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað fyri givið, at eitt felag, ið kann sendast til tvingsilsavtøku sambært § 225, stk. 1 í lógini, fær eina áminning um, at bøta um viðurskiftini áðrenn avtøkan verður framd. Hetta hóast at tað í § 225, stk. 2 stendur, at Skráseting Føroya “kann” geva eina freist fyri at bøta um manglarnir.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur harumframt at tað er umráðandi, at Skráseting Føroya hevur eina einsrættaða mannagongd, til hvønn og hvussu ein slík áminning verður givin, so tað ikki er ivamál, hvørt áminningin er komin til móttakaran.

Somu viðmerkingar eru eisini galdandi fyri broytingarnar í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki aðrar viðmerkingar til uppskotið.

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Alvi Hjelm

Sí uppskot her

L 205 Lov Om Ændring Af Selskabsloven M.V.

Javntekstur 19 09 2023