Ummæli av kunngerð um gjald fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit

24. februar. 2023 | Hoyringssvar

Takkað verður fyri møguleikan at ummæla uppskot til kunngerð um gjald fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit.

Talan er um sera stórar hækkingar í gjøldunum.Í sambandi við kunngerðina hevur Vinnuhúsið móttikið tilfar frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum um grundarlagið fyri hækkingarnar í gjøldunum. Út frá hesum tykist sum gjøldini nú verða hægri enn veruligi kostnaðurin av kanningunum og eftirlitinum.


Um so er, er talan um ein skatt, sum heimild ikki er at áseta í kunngerð. Mælt verður tí til, at kunngerðin verður broytt, so gjøldini í øllum førum ikki verða hægri enn veruligi kostnaðurin.