Ummæli av uppskot til broyting í ll um Húsalánsgrunn

14. november. 2023 | Hoyringssvar

Sí uppskot her

Sí fylgiskjal her

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið uppskot um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn til hoyringar. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur viðgjørt uppskotið og hevur hesar viðmerkingar til lógaruppskotið.


Uppskotið fer sannlíkt at minka um áhugan at byggja bústaðir
Tað er ein sannroynd, at tørvurin á bústøðum í løtuni er stórur. Tí er skilligt, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum roynir at fremja átøk fyri at bøta um støðuna. Tíverri fer hetta uppskotið sannlíkt ikki at loysa avbjóðingina, heldur øvugt.


Við uppskotinum gevur landsstýrið kommunum heimild til, saman við Bústøðum, at stovna bústaðarfeløg, har kommunan gevur millum 10-20% av pengunum hjá skattaborgarunum sum innskot. Talan er um innskot sum ikki skal forrentast, og kappingin á bústaðarmarknaðinum verður sostatt skeiklað. Hetta viðførir, at áhugin hjá privatum at byggja leigubústaðir óivað minkar. Tískil er tað ikki rætt, at tað koma fleiri bústaðir við hesum uppskoti.


Ofta verður sagt at eftirspurningurin er so stórur, at pláss er fyri báðum sløgunum av íbúðarbygging, bæði privatari bygging og stuðlaðari almennari bygging. Hetta er bert satt so leingi tíðirnar eru góðar. Tá vit aftur raka lágkonjunktur, verða tað fyrst tær privatu íbúðirnar, sum koma at standa tómar, um privata íbúðarbyggingin skal kappast við alment stuðlaðari bygging.

Hetta er ein náttúrligur partur av roknistykkinum hjá privatum íleggjarum. Tískil steðgar hugurin hjá privatum at gera íløgur í fleiri íbúðir, um teir, útyvir skeiklaðu kappingina við Bústaðir, eisini skulu kappast við kommunur, sum brúka pengarnar hjá skattaborgarunum til at fíggja bústaðarbygging.


Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá at seta krav um at kommunur skulu seta 10-20% sum innskotskapital í almenn bústaðarfeløg.


Í almennu viðmerkingunum stendur undir brotinum um vinnuligar avleiðingar einans, at uppskotið hevur jaligar avleiðingar fyri byggivinnuna, tí byggivirksemið verður størri. Hetta er misvísandi, og tað eigur at vera presiserað, at uppskotið hevur negativar avleiðingar fyri privat útleiguvirksemi.

Uppskotið vendir ikki rætt sosialt
Sonevnd almenngagnlig bygging varð í Danmark byrjað í 19. øld fyri at loysa serligar sosialar trupulleikar. Í dag er tað mest vanliga tó, at øll kunnu leiga ein almenngagnligan (almennan) bústað, líka mikið hvussu høg inntøkan er, ella hvussu umstøðurnar annars eru. Sannlíkt tí alsamt fleiri lond ásanna, at tað ikki er ynskiligt at savna ov nógv fólk við sosialum trupulleikum í sama byggjaríi. Eisini eru skipanir settar verk í fleiri londum, har leigarar kunnu keypa bústaðir, sum teir fyrr hava leigað frá einum alment gagnligum bústaðarfelagi.


Í viðmerkingunum til lógina er einki skrivað um, hvussu man ætlar, at treytirnar skulu vera fyri at fáa atgongd til alment gagnlig bústaðarfeløg. Um tað eisini í Føroyum verður soleiðis, at øll fólk kunnu leiga frá einum alment gagnligum bústaðarfelagi, merkir tað, at skattgjaldarar í kommununi veita stuðul til leigukostnaðin hjá einum parti av leigarunum í kommununi, líka mikið hvussu stór inntøkan hjá hesum leigarum er. Sostatt kunnu fólk við lágari inntøku koma at stuðla leigukostnaðin hjá fólki við høgari inntøku.


Heldur býlisstuðul til leigarar enn stuðul til almenn bústaðarfeløg
Er tað soleiðis, at tað almenna ynskir at veita serligan stuðul til leigukostnaðin hjá ávísum samfelagsbólkum, kundi tað heldur verið loyst við einum býlisstuðli, sum kundi tryggjað, at tey sum hava tørv á stuðlinum høvdu fingið hann, og ikki bara øll, sum leiga frá Bústøðum ella frá einari kommunu.


Á henda hátt høvdu allir leigarar verið javnsettir, líka mikið um tú leigar privat ella alment, kappingin millum almenna og privata bygging hevði verið javnari, og áhugin hjá privatum at byggja bústaðir hevði tískil ikki verið ávirkaður.


Lániheimildin hjá Bústøðum fer nú upp um milliardina
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í undanfarnum hoyringssvarum til uppskot um at hækka lániloftið hjá Bústøðum víst á vandarnar við at leggja so stóran part av almenna virkseminum í eksternar grunnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil endurtaka hesa viðmerking, nú lániloftið hjá Bústøðum fer upp um milliardina.

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag


Niels Winther