Føroya Arbeiðsgevarafelag skal við hesum gera sínar viðmerkingar til uppskotið til ll. um Suðuroyartunnilin, sum er lagt út á hoyringsportalin hjá Landsstýrinum.
Samstundis skal felagið átala ta stuttu hoyringsfreistina. At freistin fyri eina so týðandi verkætlan verður sett til 14 dagar, samstundis sum tað ikki verður sent viðkomandi hoyringspørtum til ummælis, er fyri tað fyrsta í stríð við rundskrivið um lógarsmíð. Harumframt tykist tað ikki skilagott. Sambært serfrøðini í s.v. so stórar verkætlanir, er tað sera umráðandi at umhugsa alternativar loysnir gjølla, og at fyrireika tær so væl sum til ber, áðrenn farið verður undir tær.
Tað er ómetaliga nógv dýrari at torførari at rætta kós, tá man hevur valt eitt ávíst spor at arbeiða eftir. Tí eigur politiska skipanin at geva fólki og organisatiónum ta neyðugu tíðina at seta seg inn í og viðmerkja rúgvismikla tilfarið.
Felagið fegnast um langtíðarloysn fyri Suðuroynna
Eins í sínum fyrra hoyringssvari fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis um, at politiska skipanin tekur stig til at fyrireika eina langtíðarloysn, sum kann betra munandi um viðurskiftini fyri flutning millum Suðuroynna og meginøkið, tí verandi skipan er ikki nøktandi. Eitt nú eru umstøðurnar fyri vinnuligum flutningi millum Suðuroynna og meginøkið ikki nøktandi. Í hesum sambandi er tað umráðandi, at ein langtíðarloysnin ikki verður ein koddi, sum ger, at betringar ikki eisini verða gjørdar á verandi flutningsskipan.
Umráðandi, at alternativ uppskot eru viðgjørd nóg gjølla
Búskaparráðið og Landsbankin skipaðu í november 2024 fyri tiltaki við Bent Flyvbjerg, leiðandi serfrøðingi í stýring av stórum verkætlanum (megaprosjekt). Boðskapurin var í stuttum, at tað sum eyðkendi væleydnaðar stórar verkætlanir var, at nóg mikið av tíð og orku varð til at kanna og fyrireika verkætlanina. Hetta so ymiskar loysnir at røkka endamálinum vórðu viðgjørdar væl og virðiliga, áðrenn ein loysn varð vald fram um aðra, og áðrenn farið varð undir arbeiðið. Tá so ein loysn er vald, og gjølligar fyrireikingarnar eru lidnar, skal arbeiðið fremjast so skjótt sum gjørligt. ”Think slow, act fast” økir sambært Flyvbjerg um sannlíkindini fyri, at ein størri verkætlan eydnast væl.
Sannlíkindini fyri at eydnast eru frammanundan vánalig. Einans 0,5-1,0% av megaprosjektum verða gjørd til tíðina, til metta kostnaðin og við ásettu góðskuni, í mun til tað sum varð mett, tá avgerðin um at fara undir verkætlanina varð tikin.
Í mun til fyrsta lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin, sum var til hoyringar fyrr í ár, er eitt arbeiði gjørt at kanna alternativar loysnir. Hesum fegnast felagið um. Framvegis eru tó fólk og felagsskapir, sum halda, at alternativar farleiðir ikki eru kannaðar nóg gjølla.
Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir ikki at meta um hesi viðurskifti. Tað má tó ásannast, at sambært spurnarkanningum er stórur meirluti av Føroya fólki ikki sannført um, at valda farleiðin er tann rætta. Tað hevur sostatt ikki eydnast at sannføra fólk og felagsskapir um, at kanningarnar og samanberingarnar hava verið nøktandi og/ella at niðurstøðan er røtt.
Tá talan er um so stóra verkætlan, er umráðandi, at tað so vítt gjørligt er tiltrúgv til, at forkanningarnar hava verið nøktandi, samanberingarnar rættar, og at rætta loysnin er vald.
Felagið heldur tað vera óheppið, at støða verður tikin til linjuføringina, áðrenn endalig úrslit av jarðfrøðiligum kanningum fyriliggja og áðrenn náttúru- og umhvørvisárin eru kannaði og staðfest fyri møguligu linjuføringarnar.
Eisini skal Føroya Arbeiðsgevarafelag eins og í sínum fyrra hoyringssvari gera vart við, at ymiskar kostnaðarmetingar eru av tunlinum og av ymisku alternativu linjuføringunum. Eisini hevur Landsverk í sínari framløgu av kostnað-nyttu greiningunum av ymisku linjuføringunum gjørt vart við, at stovnurin í samband við greiningarnar ikki hevur mett um kostnaðin av ymisku linjuføringunum, men at stovnurin hevur nýtt tær kostnaðarmetingar, sum Løgmansskrivstovan hevur latið teimum.
Í viðmerkingunum er lítið gjørt burturúr samfelagsbúskaparligu spurningunum
Sum felagið vísti á í sínum fyrra hoyringssvari, er umráðandi, at støða verður tikin til, hvørt umstøðurnar í løtuni eru so, at landið búskaparliga klárar at bera eina so stóra verkætlan.
Sum skrivað verður í viðmerkingunum til lógaruppskotið, hevur búskaparliga serfrøðin (Búskaparráðið og Landsbankin) alment ávarað ímóti at fremja eina so stóra verkætlan, um stig ikki verða tikin til at betra um haldførið. Hinegin verður víst á, at tunnilin fer at hava við sær sparingar í rakstrinum av ferjusiglingini, eina og tunnilin kann hava avleiddar effektiviseringar við sær.
Hóast prísurin ikki er kendur, fyrr enn tilboðini uppá tunnilin koma inn, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tó, at fyrivarnini hjá Landsbankanum og Búskaparráðnum eiga at verða adresseraði í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. Herundir hvørji tiltøk ætlanin er at gera fyri at betra um haldførið.
Um samanborið verður við aðrar undirsjóvartunlar, er Suðuroyartunnilin í mun til búskapin lutfalsliga ein væl størri íløga, enn aðrir undirsjóvartunlar hava verið. Íløgukostnaðurin av ávíkavist Vága- og Norðoyatunnlinum svaraði til uml.10-12% í mun til samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini, tá arbeiðið fór í gongd, og til 3-4% í mun til BTÚ. Eystur- og Sandoyartunlarnir svaraðu tilsamans til uml. helvtina av fíggjarlógini, og uml. 12% av BTÚ. Um roknað verður við einum samlaðum íløgukostnaði av Suðuroyartunlinum á 5 mia kr, svarar tað til samanberingar til umleið tveir tríðingar av fíggjarlógini og uml. 17% av BTÚ. Verður prísurin hægri enn hetta, verður lutfalsliga ávirkanin tað størri.
Hetta ger tað uppaftur meira umráðandi, at samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar verða viðgjørdar longu nú.
Verkætlanin má leggjast til rættis fyri samfelagsgagni
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at mest samfelagsgagn fæst burturúr verkætlanini, um hon verður skipað soleiðis, at tað ber til hjá føroyskum ráðgevum og arbeiðstakarum at bjóða uppá so stóran part av arbeiðinum sum gjørligt. Hetta kann gerast við at býta verkætlanina í smærri hóskandi bitar, har lokalu førleikarnir koma til sín rætt. Verkætlanin kemur óivað at hava við sær, at tað verður minni rúm fyri øðrum almennum íløgum í hesum tíðarskeiðnum, og tí er avgerandi, at føroyskar fyritøkur fáa møguleikan at bjóða seg fram.
Hetta hevur eisini týdning, tá tað snýr seg um at upparbeiða vitan í Føroyum. Vísast kann m.a. á, at útlendskir ráðgevar, sum eru nýttir í s.v. undirsjóvartunlar í Føroyum, í stóran mun hava upparbeitt sína vitan gjøgnum júst tær føroysku verkætlanirnar. Tað kundi tað sama verið ein føroysk fyritøka, sum hevði upparbeitt hesa vitan, um viljin hevði verið til staðar frá byrjan.
Eisini eigur tað at vera gjørd ein ætlan fyri, hvussu verkætlanin í størri mun kann skapa varandi virði fyri føroyska samfelagið. Eitt nú eiga bústaðir til arbeiðsfólkini at vera av slíkum slag, at tey við einari renovering kunnu umskapast til vanligar íbúðir ella lestraríbúðir, tá verkætlanin er liðug. Hetta kann alt leggjast til rættis og gerast klárt áðrenn sjálvt tunnilsarbeiðið byrjar.
Ávirkan á íløguætlan landsins
Tað kemur ikki greitt fram í viðmerkingunum, hvør ávirkanin frá hesari íløguni verður á rásarúmið fyri at gera aðrar íløgur. Tað átti eitt nú at verið uppplýst, hvør ávirkanin verður á íløguætlan landsins.
Alment innlit eigur at verða galdandi fyri alla tilgongdina
Í mun til fyrra lógaruppskotið er nú sett inn í lógaruppskotið, at lógin um alment innlit fevnir um tunnilsfelagið. Hesum fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um. Tó heldur felagið, at innlitið eigur at fevna um alla tilgongdina, og ikki bert frá framløgudegnum. Tað tykjast ikki vera haldgóðar grundgevingar fyri, hví fólk og felagsskapir ikki skulu kunna seta seg inn í alla tilgongdina. Vísast skal í hesum sambandi á, at lógin um alment innlit gevur møguleika at undantaka upplýsingar, sum kunnu ávirka tunnilsfelagið neiliga fíggjarliga, t.d. í sambandi við eitt komandi útboð.