Ummæli av vegleiðing um umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum

31. mai. 2023 | Hoyringssvar

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til vegleiðing um umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum.

Almennar viðmerkingar:

Havbúnaðarfelagið fegnast um, at djóralívskanningar nú gerast ein partur av umhvørviseftirlitinum.

Sum Havbúnaðarfelagið fyrr hevur víst á, eigur vegleiðingin tó at verða gjørd við einum váðagrundaðum eftirliti fyri eyga. Nýggja vegleiðingin setur, um sæð verður burtur frá hørðum botni, á leið somu krøv til djóralívskanningar á økjum, sum hava góða/sera góða støðu og øki, har støðan er verri. Í summum førum er enntá strangari krøv til øki, har støðan er sera góð, enn støð, har støðan er verri. Tí mælir Havbúnaðarfelagið til, at tá gjølligar kanningar eru gjørdar, og henda vegleiðingin hevur verið í gildi í eina tíð, eiga krøvini til títtleika og innihald av kanningum at verða endurskoðaði, fyri í størri mun at taka atlit til kunnleika um aliøkið/fjørðin og úrslitini av kanningunum í sambandi við seinastu framleiðsluumførini. Sí t.d. linju 905-6.

Tað hevur eisini stóran týdning at neyðuga arbeiðsorkan er til taks, bæði á Umhvørvisstovuni og hjá uttanhýsis feløgum, sum gera kanningarnar fyri alifeløgin tá vegleiðingin kemur í gildi .

Vegleiðingin eigur at verða gjøgnumgingin við tí fyri eyga at dagføra heitini, sum verða nýtt. Tað eru fleiri dømi um, at ymisk heiti verða nýtt fyri eitt nú djóralívskanningar.

Eisini verður mælt til, at tað so vítt møguligt verða nýtt heiti, sum eru vanlig í alingini. T.d. eigur alieind at verða broytt til aliring. Eisini ivast vit í tørvinum á at nýta heitini alideild og alistøð, og heldur nýta heitini alirammu og alirammur. Harumframt eiga heitini so vítt møguligt at vera tey somu, sum verða nýtt í aðrari lóggávu frammanundan.

Serligar viðmerkingar

110: Nær er talan um eina broyting? Tað má helst vera greitt nær undankanningar skulu gerast, so tí hevði tað verið gott, um tað vegleiðandi bar til at útgreina, nær talan er um eina broyting.

276: Nærkanning: Her stendur ”3 ringum”. Skal tað ikki vera 3 teimum mest ávirkaðu ringunum?

316-319: Vit taka sum givið, at krøvini ikki gera mun á, um talan er um føroyskt ella útlendskt kanningarfelag.

321-324: Krøv um sóttreinsan av útgerð eru ásett í rakstarkunngerð. Tað er eingin orsøk til eisini at hava slíkar ásetingar í einari vegleiðing um umhvørviskanningar.

450-459: Sambært uppskotinum til vegleiðing, er tað bara tá einfalda støðan er støða 1, at eyka djóralívskanningar skulu gerast av samansetingini av djóralívinum. Tað gevur lítla meining, at tað bara er tá støðan er sera góð, at útgreinandi kanningar skulu gerast. Við hesari skipan kann tað fíggjarliga loysa seg betri at koma í støðu 2. Harumframt ivast Havbúnaðarfelagið í, um tann eyka vitanin, sum fæst í hesum føri burturúr, stendur mát við kostnaðin av djóralívskanningunum, sum eru sera kostnaðarmiklar. Endamálið við djóralívkanningum er at vísa á broytingar yvir tíð, og tí heldur Havbúnaðarfelagið, at tað er nøktandi at gera djóralívskanningar triðja hvørt framleiðsluumfar.

525-543: Krøvini til kanningarhátt á hørðum botni tykist óneyðuga tvørlig. Tað eigur at verða lagt upp til, at aðrir kanningarhættir kunnu nýtast til at staðfesta harðan botn, eitt nú videoupptøkur frá kavara/ROV av botninum.

807-812: Fyrstu liður, áðrenn farið verður at gera veruligar kanningar, eigur at vera ein meting av støðuni. Eitt nú um tað er greitt, at upprunin til støðuna er onkur onnur ávirkan, sum einki hevur við alivinnuna at gera.

812: Víst verður til eitt brot, sum ikki er til (2.8.3.)

827-845 : Vit halda tað vera óneyðuga umfatandi at skula gera djóralívskanningar, tá rammurnar verða fluttar, tá krav eisini er um at gera djóralívskanningar triðja hvørt framleiðsluumfar. Endamálið við djóralívskanningunum er at ávísa møguligar broytingar yvir tíð. Tí mæla vit til at strika kravið um djóralívskanningarnar í broti 2.7.6.3 og 2.7.6.4.

902 Gildiskoma: Er vegleiðingin galdandi fyri útsetingar, sum eru gjørdar, áðrenn vegleiðingin kom í gildi?

Hartil hevur Havbúnaðarfelagið ynski um at fáa høvi til at leggja viðmerkingarnar fram á einum felags fundi við Umhvørvisstovuna, við uppfylging uppá viðmerkingarnar og eisini fyri at tryggja at ongin misskiling er.

Vinarliga

Havbúnaðarfelagið

Øssur M. Dalbúð

Vegleiðing um umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum